Føroyar við á søguligum hernaðarfundi

Hetta er byrjanin til at vit luttaka aktivt á fundi við Nato-lond um hernaðarmál, sigur Høgni Hoydal

Føroyar hava saman við Danmark verið vertir fyri einum hernaðarfundi millum tey fimm Natolondini í Norðurlondum. Talan er um Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland, sum eru saman í felagsskapinum NORDEFCO, sum er felagsskapurin fyri natolondini í Norðurlondum. Hetta er fyrsti fundur í felagsskapinum, síðani Svøríki og Finnland gjørdust limir í Nato.

Verjumálaráðharrarnir úr øllum norðurlondum vóru við, tó uttan tann norski, sum ikki slapp til landið í gjár, tí at Widerø avlýsti túrin úr Bergin í Vágar.

Ráðharrarnir sum vóru á fundinum, vóru Antti Häkkänen, verjumálaráðharri úr Finnlandi, Pål Jonson, verjumálaráðharri úr Svøríki, Thórdís Kolbrún Reykfjörd Gylfadóttir, uttanríkisráðfrú úr Ísland, Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri úr Danmark, sum eisini er formaður í NORDEFCO, Mininnguaq Kleist, aðalstjóri í grønlendska uttanríkisráðnum, og Høgni Hoydal, uttanríkisráðharri Føroyar.

##med2##

##med3##

##med4##

– Vit hava havt hendan fundin í NORDEFCO í dag og í gjár. Hetta er ein søguligur fundur, hóast felagsskapurin hevur verið til í 15 ár. Tí hetta er fyrstu fundur, síðani Svøríki og Finnland gjørdust limir í Nato, segði Høgni Hoydal, tá hann beyð tíðindafólkum vælkomn um á tíðindafundin, har tey fimm sjálvstøðugu norðurlondini skrivaðu undir eitt semjuskjal, eina visjón fyri samstarv teirra í Nato frameftir, eisini við denti á støðuna í heiminum, og við denti á støðuna í Norðuratlantshavi og í Arktis – og um, hvussu tey fara at samstarva frameftir.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru umboðaðar á slíkum hernaðarligum fundi. Men verður tað til Høgna Hoydal so er tað ikki síðstu ferð, tí ætlanin er eisini sleppa við á fundir hjá Nato í framtíðini, sigur Høgni Hoydal.

Hann vísir á, at føroyski tjóðartrygdarpolitikkurin er til viðgerðar í Løgtinginum í hesum døgum. 

– Vit mugu fara í beinleiðis samstarv ið Natolond, og serliga norðurlond, og har samstarva við okkara sivilu stovnum sum Vørn, tyrlum okkara, við okkara nettrygdarætlan, við nýggja radaranum. Á tann hátt arbeiða vit beinleiðis saman við hernaðarligum stovnum og brúka hetta høvið at fáa atgongd til Natofundir, sum vit nú hava brúkt tíð uppá, sigur Høgni Hoydal.

 

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##