Leita á in.fo

Neli Heldarskarð 05.08.2016 (14:44)

Føroyar vunnu ímóti Litava

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum luttekur í hesum døgum í kappingini Baltic Cup, sum verður spæld í Letlandi. Í gjár spældi føroyska landsliðið sín fyrsta dyst í kappingini, tá ið dystur ímóti Estlandi var á skránni. Føroyar vóru aftanfyri 2-0 í hálvleikssteðginum, men í seinna hálvleiki komu føroysku kvinnurnar sterkt aftur, tá ið fyrst Milja Reinert Simonsen minkaði um munin eftir 75 minuttir, og síðani javnaði Rannvá B. Andreasen eftir 78 minuttir. Dysturin endaði 2-2.

 

Í dag hava føroysku kvinnurnar aftur verið í eldinum, tá ið dystur ímóti Litava var á skránni. Dysturin byrjaði klokkan 12.

 

Talan var um ein javnan og spennandi dyst, sum Føroyar tó vunnu at enda. Enn einaferð var Rannvá B. Andreasen á blettinum, tá ið hon eftir 82 minuttir avgjørdi dystin til fyrimuns fyri Føroyar.

 

Dysturin byrjaði klokkan 12 og varð spældur í høvuðsstaðnum í Lettlandi, Riga.

 

Baltic Cup er ein venjingarkapping, ið ikki hevur nakað størri endamál sum so. Føroysku kvinnurnar spæla sín seinasta dyst sunnudagin, tá ið vertstjóðin í kappingini, Lettland, tekur ímóti.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her