Føroyingafelagið á Fyn skipar fyri mánadagsdøgurða

Seinastu árini hevur Føroyahúsið í Keypmannahavn hvørja viku skipað fyri týsdagsdøgurðanum.

 

Eitt sera væl umtókt tiltak, har borðreitt verður við góðum døgurðamati, sum t.d. røstum fiski og garnatálg, knettum ella fiskafrikadellum.

 

Nú er Føroyingafelagið á Fyn farið í holt við eitt líknandi tiltak, ið teir nevna mánadagsdøgurðin. Einaferð um mánaðin bjóðar felagið limum sínum at leita sær innar til Norðuratlantshúsið í Odense, har borðreitt verður við føroyskum ella donskum døgurðamati.

 

Nevndin vónar, at hetta fer at økja um áhugan fyri virksemi felagsins.