fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 18.4m/s

Leita á in.fo

Sólva Lindenskov Róadóttir 04.10.2018 (09:00)

Føroyingar hita upp fyri Phlake

Danski bólkurin Phlake, ið er kendur fyri sangirnir “Pregnant” og “Angel Zoo”, fer á konsertferð runt í Danmark í næstum, og í gjár bleiv kunngjørt, at LLEOH skal hita upp fyri bólkin.

 

LLEOH er ein donsk sangarinna, ið hevur føroyskar tónleikarar við sær. Limirnir í bólkinum eru Andreas Dalsgaard (trummur), Hallur Dalsgaard (guitar), Hilmar Kass (Keyboard/Synth), og so danska Sarah Leonora Christiansen sum sangarinna. Heitið á bólkinum kemur av navninum á sangarinnuni, og er ein stytting, sum bleiv til LLEOH.

 

– Sarah kom upp í bólkin í januar í 2017. Hon hevur sungið í nógv ár, emn vit fingu tá samstarvið í lag og hava arbeitt miðvíst fyri at kunna finna eina framleiðarar og tað, ið hartil hoyrir, sigur Filip Mortensen, sum er lista stjóri fyri LLEOH. Filip Mortensen virkar eisini sum fyriskipari og hjálpir til við uppsetan av konsertum hjá bólkinum, og viðhvørt skriva hann og Sarah sangir saman. 

 

LLEOH hava áður spælt tríggjar konsertir, har fyrsta konsertin var í Ideal Bar í Vega, og allan oktober mánað fara tey á konsertferð runt Danmark sum upphitarabólkur fyri væl dámda »hitt-bólkinum« Phlake.

 

– Jonathan Elkær, ið er limur í bólkinum Phlake, virkar sum framleiðari fyri LLEOH, sum nú eisini arbeiðir saman við fyriskiparum og bookingfelagnum hjá Phlake, sigur Filip Mortensen.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her