Føroyingar hittast til jólagudstænastu í Oslo

Í dag, 4. desember, er árliga føroyska jólagudstænastan í Oslo.

 

Gudstænastan, sum byrjar klokkan 16, verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30 í Oslo. Hendan kirkjan hevur verið brúkt til føroysku jólagudstænastuna í fleiri ár. Gudstænastan, sum vinafelagið Norsk-færøysk lag skipar fyri, hevur verið hildin á hvørjum ári siðani fyrst í nítiárunum.

 

Prestur er Poul Heri Midjord. Kirkjukaffi er aftaná gudstænastuna, siga tey úr Norsk-færøysk lag.