fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 14.11.2017 (06:28)

Føroyingar høvdu stóran kunnleika um trúnna

Í annaðkvøld, mikukvøldið 15. november klokkan 19.30 heldur Jákup Reinert Hansen, lektari, fyrilestur í Hoyvíkar kirkju við evninum "Tá reformatiónin kom til Føroyar".

Fyrilesturin, sum byggir á nýggja gransking, greiðir frá, hvussu tann evangeliska trúgvin fekk fastatøkur millum fólkið her á landi. Jákup Reinert Hansen sigur, at sambært Lucas Debes 1673 høvdu føroyingar so stóran kunnleika um trúnna, at eingin í Danmark kundi metast javnt við teir.

Fyrilesturin er liður í Miðviku-tiltakinum hjá Hoyvíkar kirkju. Eftir framløguna hjá Jákupi verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har fólk eisini hava høvi at spyrja og viðmerkja evnið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her