Føroyingar í rættin fyri neyðtøku av smádreingi

Klokkan 8:15 í morgun skal ein 43 ára gamal maður úr Føroyum í rættin í Lyngny, ákærdur fyri at hava eggjað eina kvinnu til at neyðtaka fýra ára gamla son sín.

Klokkan 8:15 í morgun skal ein 43 ára gamal maður úr Føroyum í rættin í Lyngny, ákærdur fyri at hava eggjað eina kvinnu til at neyðtaka fýra ára gamla son sín.

 

Maðurin varð handtikin á flogvøllinum í Kastrup, tá hann kom úr flogfarinum úr Føroyum tann 16. oktober í fjør. Hesar sjey mánaðirnar hevur hann sitið varðhaldsfongslaður.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/nu-skal-42-ara-gamli-foeroyingurin-i-raettin/Nú skal 42 ára gamli føroyingurin í rættin

 

Kvinnan er dømd í málinum. Hon játtaði seg seka og varð dømd í fongsul í trý ár og níggju mánaðir.

 

Les eisini: http://www.in.fo/news-detail/foeroyingurin-vildi-siggja-myndirnar/Føroyingurin vildi síggja myndirnar

 

Prógv hjá løgregluni byggja á samskifti millum mannin og kvinnuna umvegis sosiala miðilin Linkedin.

 

Maðurin verður ikki dømdur í dag, tí rætturin í Lyngby hevur sett tríggjar dagar av til málið. Hann skal tí møta aftur í rættinum 24. mai og 28. mai.