Føroyingar sum gíslar í Italia

– Vit eru eitt føroyskt par við fýra børnum, men vit sleppa bara heim til Føroya við tveimum teirra, siga Heidi og Regin Guttesen, sum hava rent seg í múrin hjá donsku myndugleikunum.

 

VikuskiftisSosialurin hevur tosað við tey bæði, sum hava trupulleikar, tí tey ikki kunnu fáa síni ættleiddu børn við heim til Føroya.

 

Blaðið hittir eisini Rebekku Petursdóttir, sum er lætnað 23 kilo.

 

– Tann fyrsti venjingartímin var forferdiligur, tí eg var ræðuliga móð. Eg fekk at vita, at eg skuldi pressa meg, men ikki alt ov nógv. Síðstu minuttirnar stóð eg uttanfyri og føldi, at eg vildi spýggja, sigur Rebekka Petursdóttir, sum seinasta hálva árið hevur vant miðvíst, lætnað 23 kilo og funnið útav, at hon orkar nógvar ferðir betri, enn hon upprunaliga helt

 

Vit hava eisini hugt upp á bygnaðin í »Betri«, sum fyrr æt TF Holding, sum líkist ikki sørt bygnaðinum í gamla kollsiglda Eik Banka.

 

Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm, blðastjóra á Sosialinum, greiða frá innihaldinum í Vikuskiftisblaðnum.