Føroyingar taka ímóti svartkalva frá hundasleðum

Chr Høj tekur ímóti svartkalva frá hundasleðum og kava-skutarum. Fyrimyndarligt samstarv millum Royal Greenland og THOR.

 

Royal Greenland hevur leigað frystiskipið CHR HØJ frá einum grønlendskum dótturfelag hjá PF THOR í Hósvík.

 

Fabrikkin á Virkinum hjá Royal Greenland verður umvæld í løtuni, so CHR HØJ liggur sum ein flótandi fabrikk 200 metrar úr havnini í Ummannaq. Og her fer so Chr Høj at liggja fastfrystur í ísinum, til isurin bráðnar, og tað aftur verður vár.

 

Fiskiskapurin eftir svartkalva fer fram soleiðis, at grønlensku fiskimennini fara út á ísin við hundasledum og kavaskutarum og seta hol í ísin. Síðan seta teir línur niður gjøgnum holið. Chr Høj tekur ímóti eini  5-10 tons um dagin av stórum og góðum svartkalva frá grønlensku veiðimonnunum.

 

Skipari er Páll Poulsen úr Havn, sum er sjálvur triði føroyingur umborð. Restin av manningini eru Grønlendarar.

 

Fyri sløkum 10 árum síðani byrjaði rákið í Norðurgrønlandi, har fiskimenn sluppu fram at tilfanginum og sluppu at selja til hægstbjóðandi. Sera stórur fíggjarligur framburður hevur verið, og er framhaldandi í hesum økjum.

 

Í onkrum kommunum í útnyrðingsgrønlandi eru skattainntøkunar meira enn 10 faldaðar. Hettar hevur eisini ført við sær, at grønlensku veiðimenninir kunna útvega sær betur amboð og góðar jollur og eisini hevur  onkur sett sær línispæl frá Oilwind upp á hundasleduna og kavaskutarin. Eisini hevur Halibut Greenland verið sera virkið í útnyrðingsgrønlandi at keypa svartkalva, og tí er prísurin á svartkalva hækkaður nógv seinastu árini.

 

Ísurin bráðnar væntandi í apríl, og tá ferð Chr. Høj framhaldandi at taka ímóti fiski aðrastaðni í Grønlandi.