Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 21.08.2017 (14:15)

Føroyingar útihýstir hjá Watson

Í løtuni sleppa fólk í Føroyum ikki inn á almennu Facebook-síðuna hjá Paul Watson, sum er leiðari fyri umstrídda felagsskapin Sea Shepherd.

Leitar tú úr Føroyum eftir Facebook-síðuni hjá Watson, er hon ikki at finna, men úr øðrum londum er eingin trupulleiki at finna síðuna og sleppa inn á hana.

Tí ert líkt til, at brúkarar í Føroyum eru blokeraðir frá síðuni. Hvør orsøkin er til tað, er ikki greitt, men fyri kortum gramdi Watson seg um, at hann fekk nógv hatursbrøv úr Føroyum. Tann greinin kann lesast her

Hetta er ikki fyrstu ferð, at almenna Facebook-síðan verður stongd fyri føroyingum. Fyri tveimum árum síðani var støðan tann sama eitt skifti. Tað var, tá ið Sea Shepherd førdi herferð í Føroyum, og Watson var sera virkin við dagføringum úr Føroyum. Fleiri av dagføringunum vóru hentar hjá løgregluni og ákæruvaldinum, og tað var orsøk til, at Watson ta ferðina blokeraði Føroyar.