fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 10.07.2018 (12:15)

Føroyingar við vandamiklum sjúkum eru verri fyri enn danir

Hóast føroyska heilsuverkið verður rikið effektivt og skynsamt, tykist politiska skipanin ikki í nóg stóran mun raðfesta, at heilsuverkið eisini áhaldandi skal mennast. 

 

Tað sigur Jan Rasmussen, Lækni, sum hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum í átta ár, og sum eisini er fyrrverandi formaður í Hjálparlæknafelagnum og í Læknafelagnum. Fyri trimum árum síðani fór hann til Keypmannahavnar at útbúgva seg til serlækna í hjartasjúkum, men hevur kortini javnan arbeitt á Landssjúkrahúsinum síðani í styttri og longri tíðarskeið.

 

Hann staðfestur, at hóast føroyska heilsuverkið verður rikið effektivt og skynsamt, tykist tað ikki sum um at politiska skipanin raðfestur í nóg stóran mun, at heilsuverkið eisini áhaldandi skal mennast. 

 

Eitt heilsiverk, sum stendur í stað, verður eftirbátur, tí Tá ið eitt heilsuverk er spert, og øll orka verður brúkt til at halda stand, er lítið yvirskot at gera nýggj átøk og menna nýggj tilboð, sigur hann.

 

Hann nevnur, at ein føroyingur, ið følir okkurt á sær, ið kundi bent á krabbamein, kann ikki vera vísur í at verða kannaður og settur í viðgerð innan eina ávísa tíð, í mun til ein dana, ið hevur eina lógarásetta trygd fyri útgreining og viðgerð. 

 

– Ongin í føroyska heilsuverkinum hevur havt orku at skipa og menna eitt tilboð, ið kann tryggja, at allir føroyskir sjúklingar við illgruna um krabba fáa somu treytir og sømdir um skjóta útgreining og viðgerð sum í grannalondunum – og eingin politisk raðfesting hevur heldur verið hesum viðvíkjandi, sigur Jan Rasmussen. 

 

Hann sigur, at hjartasjúklingar eru í somu støðu. Ein føroyskur hjartasjúklingur í bráðneyð kann ikki vænta at verða viðgjørdur av einum hjartalækna eftir klokkan 16 um dagin, ella um vikuskiftið, tí peningur er ikki játtaður til, at hjartalæknar kunnu vera í vakt alt árið. 

 

Hann sigur, at hetta eru tvey dømi, har stór framstig kundu verið framd fyri trygdina hjá føroyska sjúklinginum á tveimum av teimum størstu og vandamiklastu sjúkuøkjunum. Og tað kundi verið gjørt fyri lutfalsliga lítlar upphæddir, bara tað varð raðfest politiskt, leggur hann afturat. 

 

– Tað gerst skjótt hugstoytt at vera lækni í einum heilsuverki, har karmarnir eru so trongir, at menningin steðgar, tí tað rakar sjúklingin antin so ella so, sigur Jan Rasmussen.

 

Kortini rósar hann Heilsumálaráðnum, og verandi heilsumálaráðharra, fyri at royna at bøta um ávís viðurskifti, ið hava ligið á láni í mong ár. 

 

– Átøkini at samskipa virksemið millum sjúkrahúsini í Føroyum betur, fara vónandi at bøta um støðuna á summum økjum. Eitt nú kann hugsast, at ovurstóra trotið á seingjarplássum mediskinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, kann avmarkast við, at Medisinski Deplinum fer at fevna um eitt ávíst tal á seingjarplássum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sigur hann. 

 

Hann sigur, at í Keypmannahavn, har átta sjúkrahús eru á einum rímiliga lítlum landafrøðiligum øki, verður tað nógv brúkt at hava ein depil í tveimum sjúkrahúsum.

 

– Nútímans fjarskiftismøguleikarnir gera, at fjarstøðan ímillum starvsfólkini ikki hevur stórvegis týdning. Kostnaðurin at reka heilsuverkið kemur tó ikki at minka við hesum átøkum. Men kanska nakrir av okkara veikastu sjúklingum sleppa undan at liggja á gongini, undir óvirðiligum umstøðum, sum er gerandiskostur nú, sigur Jan Rasmussen.

 

 

Les meiri um, hvørjar tankar, Jan Rasmussen hevur gjørt sær um føroyska heilsuverkið, við at trýsta HER


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her