Fyrsti partur av alistøðini hjá Nordic Aqua Partners í Ningbo, sunnanfyri Shanghai í Kina. Mynd: AKVA Group

Føroyingur á odda í laksaaling í Kina

- Samanumtikið hevur tað gingið fantastiskt, og deyðiligheitin er ógvuliga lítil, sigur føroyingurin, Ragnar Joensen, stjóri í Nordic Aqua Partners, sum hevur landalistøð í Kina.

Fyrsti partur av alistøðini hjá Nordic Aqua Partners í Ningbo, sunnanfyri Shanghai í Kina. Mynd: AKVA Group

Málið hjá Nordic Aqua Partners og føroyska stjóranum, Ragnari Joensen, er, at alistøðin á landi í Ningbo, sunnanfyri Shanghai í Kina, skal kunna framleiða 20.000 tons av laksi um árið.

 

Í løtuni verður seinasta hond løgd á fyrsta byggistig í risastóru verkætlanini í Kina, og her verður ein framleiðsluorka á 4000 tons av laksi um árið. Næsta byggistig í verkætlanini er eisini í gongd.

 

Tá næsta byggistig er liðugt, verður framleiðsluorkan tvífaldað.

 

Í Ningbo, har landalistøðin er bygd, búgva seks miljónir fólk, men koyrir tú í fimm tímar úr Ningbo, røkkur tú einum marknaði á 100 miljónir kinesarar.

 

Sambært stjóranum í Nordic Aqua Partners, føroyinginum, Ragnari Joensen, hevur smoltframleiðslan á alistøðini gingið væl, og nú eru eyguni vend móti matframleiðsluni.

 

- Okkara fokus er nú at koma í gongd við matframleiðsluni, og vit hava nú fisk, sum er við at veksa seg stóran, sigur stjórin við norska blaðið, iLaks.

 

Nordic Aqua Partners hevur áður sagt, at marknaðurin kann vænta fyrsta fiskin i fyrsta fjórðingsári í 2024, og Ragnar Joensen endurtekur í samrøðuni, at hetta helst verður í endanum av mars næsta ár.

 

Stjórin er vælnøgdur við gongdina í verkætlanini og sigur, at samanumtikið hevur alt gingið fantastiska væl, og deyðiligheitin á alistøðini er ógvuliga lítil.

 

 

 

Fyrsti partur av alistøðini hjá Nordic Aqua Partners í Ningbo, sunnanfyri Shanghai í Kina. Mynd: AKVA Group