Leita á in.fo

Pætur Hjalmar Evensson 10.07.2018 (09:40)

Føroyingur fekk heiðursløn fyri besta úrslit

Tað kom óvart á Bjørg Ellendersen, tá rektarin á lærda háskúlanum í Keypmannahavn rópti hennara navn upp og rætti henni heiðursløn fyri besta kvinnuliga úrslit millum nýggju tannlæknakandidatarnir.

 

- Eg visti tað ikki, áðrenn eg bleiv rópt upp. Eg hevði ikki væntað tað, so tað var ein ordiliga stór løta, sigur ein glað Bjørg Ellendersen, sum nú kann kalla seg tannlækni.

 

Tað er siðvenja á lærda háskúlanum í Keypmannahavn at geva heiðursløn til tannlæknakandidatarnir við besta kvinnuliga og besta mannliga úrslitinum á árganginum.

 

28 ára gamla havnagentan Bjørg Eyjólfsdóttur Ellendersen hevur lisið til tannlækna í 5 ár, og er nú liðug. Viðurkenningin inniber ein kekk á 5.000 krónur og eitt gávubræv til eitt viðkomandi tannlæknaskeið áljóðandi 8.500 krónur.

 

Tað er siðvenja á lærda háskúlanum í Keypmannahavn at geva heiðursløn til tannlæknakandidatarnir við besta kvinnuliga og besta mannliga úrslitinum á árganginum.

 

Í samband við prógvhandanina varð eitt hátíðarhald hildið í veitstusali hjá lærda háskúlanum á Vor Frue Plads mitt í Keypmannahavn. Har vórðu røður hildnar fyri øllum kandidatunum, har familja og vinir eisini vóru vælkomin. Aftaná kandidatarnir skrivaðu undir, helt rektarin eina røðu. Tað var her, at hann avdúkaði, hvør hevði bestu úrslitini millum nýútbúnu tannlæknarnir.

 

Útbúgvingin fyri at gerast tannlækni eitur odontologi, og tað er lærdi háskúlin í Keypmannahavn, sum bjóðar hana. Bachelor tekur trý ár, og ein kandidatur tekur 2 ár. Mann kann kalla seg tannlækna eftir lokna kandidatútbúgving.

 

Ein kandidatur í odontologi gevur tær møguleika at starvast sum tannlækni, granska, undirvísa og víðariútbúgva teg innan serøki.

 

Bjørg Ellendersen hevur ætlanir um at leita sær arbeiði skjótt, men áðrenn hon fer út á arbeiðsmarknaðin at royna seg, vil hon heim at halda feriu.

 

- Eg fari líka at halda summarferiu í Føroyum, og so ætli eg mær at søkja arbeiði í Danmark. Eg ætli at vera niðri í nøkur ár og fáa mær royndir innan barnatannrøkt og í tí privata, sigur Bjørg Ellendersen.

 

Bjørg Ellendersen var ikki tann einasti føroyingurin, ið fekk kandidatprógv í Keypmannahavn í farnu viku. Føroyingarnir vóru sjey, ið gjørdist lidnir sum tannlæknar, og nøvnini á hinum seks eru: Maria Joensen, Barbara Finnbogadóttir Johansen, Ingibjørg Hansen, Marita Thomsen, Gunnar Eysturoy og Dina Pálsdóttir Thomsen.

 

Hendan greinin er eisini at lesa í Vikublaðnum


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her