Føroyingur stjóri í størstu hotelketu í Keypmannahavn

37 ára gamli Robert Thomsen úr Gøtu er settur sum stjóri í Arp-Hansen Hotel Group, sum er størsta hotel-ketan í Keypmannahavn.

 

Tað skrivar danski ferðavinnumiðil standby.dk

 

Arp-Hansen Hotel Group eigur fimta hvørt hotelkamar í danska høvuðsstaðnum, og tað er hjá hesum samtaki, at Robert Thomsen er settur sum samtaksstjóri. Hann loysir av stjóran seinastu 10 árini, Malene Friis, sum er koyrd úr starvi. Robert Thomsen hevur starvast hjá Arp-Hansen Hotel Group seinastu 18 árini.

 

Í nýggja starvinum verður 37 ára gamli gøtumaðurin samtaksstjóri fyri rakstur og, sum nakað nýtt, eisini fyri HR.

 

Robert Thomsen hevur higartil verið stjóri á Arp-Hansen hotellinum Imperial í Keypmannahavn

 

Hotelketan við yvir 3.700 kømrum á fyribils 11 hotellum í Keypmannahavn og einum í Aarhus, hevði í fjør sítt higartil besta roknskaparár við einum umsetningi upp á 1,2 milliardir krónur og eitt yvirskot upp á 286 milliónir krónur.

 

Fyrst í komandi ári letur hotelketan upp sítt triðja Wakeup-hotel í Keypmannahavn við 585 kømrum.

 

Greinin í Standby kann lesast VIÐ AT TÝSTA HER