Leita á in.fo

Barbara Holm 17.05.2018 (10:02)

- Føroyingurin noktar seg sekan

Í morgun byrjaði rættarmálið móti einum 42 ára gomul føroyingi í rættinum í Lyngby. Gjøgnum tríggjar mánaðir var ein bert fýra ára gamal drongur í fjør útsettur óteljandi ferðir fyri kynslingum ágangi frá mammu síni.

 

 

 

 

Í mars varð mamman dømd í fongsul í trý ár og níggju mánaðir fyri ágangin, sum sambært løgregluni og ákærumyndugleikanum varð framdur eftir umbøn frá einum tá 42 ára gomlum manni úr Føroyum, sum also er í rættinum í morgun. 

 

 

 


Men 42 ára gamli maðurin sigur seg vera ósekan í øllum ákærum, og sigur, at talan bert var um fantasi. Ákærdi føroyingurin segði í rættinum í morgun, at hann gekk út frá, at mamman skilti, at alt bert gekk fyri seg í einum fantasi heimi, og at hann sostatt ikki væntaði, at hon fór at gera álvara av málinum. 

 

 

 

In.fo er á staðnum í Lyngby. Í morgun verður ákærdi avhoyrdur, og fyrst verður farið ígjøgnum alla samrøðuna millum mammuna og føroyingin á sosiala miðlinum LinkedIn. Tað var júst á hesum miðli, at ágangurin móti tí 4 ára gamla dronginum varð avdúkaður av myndugleikunum.

 

 

 

Í samskiftinum á LinkedIn millum mammuna og føroyingin eru at finna bæði myndir av mammuni og tí 4 ára gamla dronginum í ónærisligum støðum, og samskifti, har føroyingurin greiður frá, hvussu mamman skal bera seg at móti dronginum - á ein ónærisligan hátt. 

 

 

 

Men føroyingurin sigur í rættinum í morgun, at hann helt ikki nakað av tí vera veruleika. Hinvegin helt hann, at mamman hevði funnið tilvildarligar myndir á netinum og ikki, at tað vóru myndir, hon sjálv hevði tikið. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her