fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 18.4m/s

Leita á in.fo

Sólva Lindenskov Róadóttir 09.10.2018 (22:38)

Føroysk forløg á bókamessu í Frankfurt

Hvørt ár luttaka fleiri Føroysk forløg á bókamessu í Frankfurt, og í ár er ikki øðrvísi. Bókamessan byrjar 10. oktober og er til 14. oktober.

 

Grundin til at luttaka á útlendskari bókamessu sum føroyskt forlag er fyri at fáa kunning um bókamarknaðin uttan fyri Føroyar og fyri at fylgja við í rákinum innan ungdóms og barnabøkur. 

 

– Hinvegin gerst eisini møguligt at varpa ljós á føroyskar rithøvundar og myndprýðarar og samstundis verða sædd sum forløg, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags. 

 

FarLit umboða føroysku bókmentanina á altjóða marknaðinum bæði áðrenn, ímeðan, og aftan á bókamessur, soleiðis at ein fatan av samarbeiði gerst meira sjónlig. FarLit luttaka eisini sum Føroyskt umboð á øðrum bókamessum runt heimin, teir eru eisini við á bókamessuni í Frankfurt og vísa á, at tað ber til hjá fólki at søkja um stuðul at fáa útlendskar bøkur týddar til føroyskt. 

 

– Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, ið umboða Føroyar á messuni í ár sum føroysk forløg, sigur Niels Jákup Thomsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her