Leita á in.fo

Brandbilurin er í ferð við at fylla vatn í reyðu byrgingina

Danjal av Rana 12.02.2018 (15:33)

Føroyskar byrgingar skulu verja kommunurnar

Fyri átta mánaðum síðani flutti Allan Sørensen úr Danmark til Føroya. Nú hevur hann selt sínar fyrstu byrgingar til føroyskar kommunur.

 

Niðri í Vágsbotni hevur ein brandbilur fylt vatn í eina reyða presending. Tað er danin, Allan Sørensen, sum hevur ment eina byrging móti vatnflóð.

 

Tað eru 10 metrar langar presendingar, seymaðar í ein trýkant, sum skulu fyllast við vatni.

- So kunnu tær leggjast út fyri at forða yvirflóð, til dømis her niðri í Vágsbotni, sigur hann.

 

Hugskotið og fyritøkan eru føroysk og hann hevur eisini søkt um patent upp á byrgingina her í Føroyum. Tí kvíðir hann ikki fyri at marknaðarføra vøruna sum føroyska. Sjálv byrgingin verður tó gjørd í Esbjerg.

 

Allan Sørensen vitjaði fyrstu ferð í Føroyum fyri trimum árum síðani.

- Eg havi líka síðani eg var ungur drongur droymt um at vitja Føroyar og tá eg kom higar, var eg sannførdur um, at her skuldi eg ein dag flyta. Eg endaði úti í Nólsoy og fall fullkomiliga fyri bygdini. Tí var ongantíð nakar ivi, tá eg flutti higar, hvar eg skuldi búseta meg, sigur hann.

 

Hann sigur, at hann hevur merkt stóran áhuga fyri byrgingini, bæði í Føroyum og í útlandinum og tí vónar hann, at fyritøkan fer at klára seg væl.

- Eg havi ein dreym um at flyta framleiðsluna av byrgingunum úr Esbjerg út til Nólsoyar, men fyrst má eg fáa selt nakrar fleiri byrgingar, sigur hann smílandi.

 

Høvr byrgingin er 10 metrar long við karðalási í endunum. Á hendan hátt kunnu tær setast saman í longd. Ventilar eru eisini í báðum endunum, sum slangur kunnu setast til, bæði til at fylla byringarnar og til at knýta tær saman.

- Tí er einki mark fyri, hvussu stór samlaða byrgingin kann verða. Hon kann bæði leggjast fram við eini á, sum floymir yvir, ella rundan um eitt hús ella annað, sum má verjast, sigur hann.

 

Allan Sørensen ætlar sær sum sagt at blíva búgvandi úti í Nólsoy, men tað sær svart út.

- Har er torført at finna nakað at búgva í. So um byrgingarnar gera meg ríkan, skal eg byggja ellisíbúðir har úti, sigur hann.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her