Føroyskar kvinnur fáa alsamt færri børn

Samlaði føðitíttleikin í Føroyum er fyri fyrstu ferð farin undir 2,0 børn fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri.

Tað skrivar Hagstovan.

 

Føðitíttleikin er nú 1,86 børn fyri hvørja kvinnu. Føðitíttleikin í Føroyum, sum hevur verið serstakliga høgur samanborið við onnur lond, líkist nú meira føðitíttleikanum í øðrum londum í Evropa.

 

Føðitíttleikin í Føroyum hevur frá fyrst í hesi øld verið um 2,5 børn í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri. Hetta er broytt munandi síðstu árini. Í 2016 var føðitíttleikin 2,64 børn. Hann minkaði niður í 2,43 børn í 2019, 2,32 í 2021, og í 2022 var hann niðri á 2,07. Í 2023 fór hann so undir 2,0 fyri fyrstu ferð við 1,86 børnum. Hetta er eitt stórt fall eftir so fáum árum.

 

Føðitíttleikin er eitt lutfall millum føðital og tal av kvinnum í burðarførum aldri. Gongdin í føðitíttleikanum kann tí eisini lýsast við at hyggja at gongdini í talinum av kvinnum og føddum børnum.

 

Meðan talið av kvinnum í burðarførum aldri er vaksið áhaldandi seinastu árini, hevur barnatalið verið meira støðugt. Eftir at barnatalið hevur ligið um 680 børn árliga frá 2016 til 2021, minkaði tað tó niður í 632 í 2022 og 574 í 2023.  So lítið hevur barnatalið ikki verið áður, tó at tað hevur verið nærum eins lítið einstøk ár. Í 2011 vóru 581 børn fødd. 

 

 

 

 

 

Talið av kvinnum veksur, og ein partur av vøkstrinum av kvinnum stavar frá útlendskum kvinnum, ið koma til Føroya í arbeiðsørindum. Tað kann hava ávirkan á lutfallið millum tal av kvinnum og føddum børnum, og tí verður føðitíttleikin hjá øllum kvinnum samanborin við føðitíttleikan hjá kvinnum við bústaðartilknýti til Føroya. 

 

Føðitíttleikin hjá øllum kvinnum og hjá kvinnum við bústaðartilknýti til Føroya er nærum tann sami. Við øðrum orðum hava kvinnur uttan bústaðartilknýti ikki stóra ávirkan á føðitíttleikan. 

 

##med2##

 

Hóast føroyski føðitíttleikin hevur verið fallandi tey síðstu árini, so er hann enn tann størsti í Evropa sambært tølum hjá evropeiska hagtalsstovninum Eurostat. Nýggjastu tølini hjá Eurostat eru frá 2022.

 

Føðitíttleikin er lækkaður í nógvum londum í Evropa seinastu árini. Í Danmark var føðitíttleikin 1,55 í 2022, meðan hann var 1,67 í 2013. Í Íslandi er føðitíttleikin eisini tann lægsti nakrantíð og var 1,59 í 2022. Í 2013 var hann 1,93. 

 

Samanlagdur føðitíttleiki er talið av børnum í miðal fyri hvørja kvinnu í burðarførum aldri 15-49 ár.  Samanlagdi føðitíttleikin verður roknaður sum talið av børnum, sum 1.000 konufólk høvdu borið í heim í sínum lívi, um tær í øllum sínum barnburðaraldri føða sama tal av børnum sum aldursføðitíttleikin fyri árið sigur, og eingin teirra doyr fyri 50-ára dagin. 

 

Sambært íbúgvafrøðini so er ein miðal føðitíttleiki á 2,1 børn eitt týðandi markvirði, sum ikki má farast niðurum, um eitt varandi ættarlið av kvinnum í burðarførum aldri skal kunna seta eitt nýtt og líka stórt ættarlið av kvinnum eftir sær. Umleið helvtin av hvørjum árgangi eru gentubørn, tó er talið av gentum nakað minni enn talið av dreingjum. Harafturat eru nakrar kvinnur í burðarførum aldri, sum ikki liva øll árini frá 15 til 49 ára aldur. 

 

Hetta merkir, at er føðitíttleikin niðan fyri 2,1, so minka ættarliðini av kvinnum í burðarførum aldri og harvið talið av børnum í uppvaksandi ættarliðum – og harvið fólkatalið. Tað einasta, sum kann bøta um hetta, er tilflyting av fólki uttanífrá, sum kann økja um talið av konufólki í burðarførum aldri.

 

Fleiri talvur síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni