Leita á in.fo

Jóannes Hansen 27.01.2018 (14:09)

Føroyskt gullbrúdleyp í Teilandi

Í dag hava Judy og Óli á Grømma Jacobsen verið gift í 50 ár. Tey búgva í USA, men seinastu vikurnar hava tey verið í arbeiðsørindum í Teilandi.

Tey hava í meiri enn fimmti ár virkað í trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission ella NTM, sum hann nú verður nevndur.

Fyrstu árini undirvístu tey á málskúla, so høvdu tey í tíggju ár høvuðsábyrgdina fyri arbeiðnum hjá felagsskapinum í Filipsoyggjunum, áðrenn tey fluttu til Florida, har Óli hevði høvuðsábyrgdina fyri øllum arbeiðnum hjá NTM, sum hevur omanfyri trý túsund trúboðarar kring heimin.

Fyri nøkrum árum síðani legði Óli høvuðsábyrgdina frá sær. Nú ferðast tey nógv kring allan heimin við tí fyri eyga at stuðla og stimbra trúboðarum í teirra arbeiði. Í løtuni eru tey í Chiang Mai, sum er næststørsti býurin í Teilandi, har tey luttaka í skeiði fyri 70 leiðarar og ráðgevarar í Asia. Teir eru úr fleiri enn tíggju londum.

 

Talan hevur verið og er um teamwork millum gullbrúðarparið, tí Judy hevur altíð verið næsti starvsfelagi hjá Óla. Hon er nágreinlig, nærløgd og miðvís og framúr innan umsiting. Umframt eingilskt og týskt tosar hon spanskt og portugisiskt.

Í hesum døgum eru tað 48 ár síðani, at hon fyrstu ferð vitjaði í Føroyum. Beinanvegin legði hon seg eftir at læra móðurmálið hjá manninum, og tað eydnaðist so mikið væl, at hon umframt í samskifti við einstaklingar eisini tosar á føroyskum, tá ið hon stígur fram í mannfjøld. Hon hevur eisini gjørt føroyskar siðir og mentan á so mongum økjum til part av sær sjálvari.

Tá ið hon samstundis dugir væl at hitta og fara við fólki – eldri og yngri – er tað einki at siga til, at Judy eigur nógvar vinir kring landið.

 

Judy, sum var fødd 30. september 1947, vaks upp í Wisconsin í USA. Bæði foreldrini vóru týskir innflytarar. Pápin, Otto, var ættaður úr Gödenstorf, sum er lítil býur 50 kilometrar sunnanfyri Hamburg, og mamman, Anna, var ættað úr Harburg, sum er partur av Hamburg.

Mamman var trettan ára gomul, tá ið hon saman við foreldrunum flutti til USA, og pápin var nítjan ára gamal, tá ið hann einsamallur flutti til USA. Foreldrini møttust í Milwaukee í Wisconsin, og tey vóru gift í 67 ár. Mamman var 87 ára gomul, tá ið hon doyði í 2002, og pápin var 94 ára gamal, tá ið hann doyði í 2002. Hann var múrari, og hon var húsmóðir.

Hóast hon ongantíð hevur búð í Týsklandi, so hevur Judy framvegis nógv samband við mongu systkinabørnini í Týsklandi.

Judy átti eina eldri systur. Hon var trúboðari í Brasil, og tað var eftir, at Judy hevði vitjað hana, at hon fór á skúla hjá NTM, har hon hitti Óla.

 

Óli, sum er føddur 6. mars 1945, er klaksvíkingur, ættaður av Ziskatrøð og sonur Monu og Jósup Jacobsen. Pápin doyði longu í 1970 og mamman í 1978. Eftir at hava verið skipsmaður og eftir at hava ferðast saman við vinmonnunum Páll Poulsen og Hans Sivertsen innanlands og í Íslandi við tí fyri eyga at kunngera gleðiboðskapin, fór Óli á skúla hjá NTM í USA, og arbeiðið í trúboðanarfelagsskapinum NTM varð hansara og teirra kall.

Óli verður roknaður at vera stinnur í skriftunum og góður talari. Tey vitja ofta í Føroyum, og tá plaga tey at vitja samkomur kring landið. Ætlanin er, at tey skulu vitja heima aftur á klettunum seinni í vár.

 

Judy og Óli eiga tveir synir – Dan og Donny. Donny og familjan búgva í USA, og Dan og konan eru trúboðarar í Teilandi. Tað er saman við Dan og familjuni, at Judy og Óli í dag hátíðarhalda, at tað eru fimmti ár síðani, at tey giftust.

 

Hjartaliga til lukku við stóra degnum tit bæði og takk fyri gott vinalag, ynskja vit bæði.

Jóannes Hansen


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her