Føroyskt skriftmál til 7.000 fólk

Føroyskt hevði tað ikki serliga gott í 1846, tá V. U. Hammershaimb skrivaði føroysk á fyrsta sinni

Á Snar.fo er nógv áhugavert tilfar í sambandi við móðurmálsdagin, sum verður mánadagin. Máðurmálsdagur verður hildin 25. mars, á føðingardegi V. U. Hammershaimb, sum legði lunnarnar undir føroyska skriftmálið, sum vit kenna tað í dag.

 

Mánadagin eru 200 ár síðani V. U. Hammershaimb varð føddur, og í tí sambandinum verða nógv tiltøk um vikuskiftið og á móðurmálsdegnum mánadagin.

 

Í dag verður mett, at um 80.000 fólk duga føroyska málið.

 

Lesið meira á snar.fo og hoyrið Sólvá Jónsdóttir, námsráðgeva í Námi, greiða frá við at trýsta á pílin á myndini.