fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 10°C

Vindur 5.4m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 18.08.2017 (10:29)

Føroyskt videobrot sæð næstan fimm milliónir ferðir

Gone viral kalla tey tað á enskum, tá ein leggur okkurt út á netið, sum spreiðist við rúkandi ferð um allan heim.

 

Tað má av sonnum sigast um videobrotið, sum vestmenningurin Rúni Johansen, gjørdi fyri nøkrum vikum síðani.

 

Í gjár valdi ein av heilt stóru fjas-síðunum á Facebook, the LAD Bible, at leggja brotið út á sín vanga og í skrivandi løtu, 16 tímar seinni, hava ikki færri enn 4,8 milliónir fólk sæð brotið.

 

- Eg og nakrir vinmenn sótu bara og tvætlaðu. Eg havi so ræðuliga liðiliga hond, so eg fái vent henni nokk so nógv. So beint áðrenn G!-festivalin sendi eg brotið til LAD, greiðir Rúni Johansen frá.

 

Fyri ómakin fær Rúni 100 pund, tað vil siga beint yvir 800 krónur.

 

Í skrivandi løtu hava so 4,8 milliónir fólk sæð brotið, yvir 70.000 fólk hava dámað, yvir 55.000 hava viðmerkt og yvir 30.000 hava deilt brotið víðari av vanga teirra.

 

Enn er tó nakað á mál áðrenn Rúni Johansen nær upp til mest sædda føroyska videobrotið, sum er av avgustinum við Áir, sum brast, tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, skuldi skera hann upp. Tað brotið er sæð yvir 20 milliónir ferðir, bara á Youtube.

 

Videobrotið sæst í omanfyri. Leinkjan til LAD Bible er her.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her