Føroysku U19-kvinnurnar fingu onga hjálp frá Armenia

Seinasti dysturin í undanbólki 6 í EM-undankappingini í B-bólkinum endaði við 7-0 stórsigri til Turkaland

Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Hóast tær eru ósigraðir í bólki 6 í deild B í undankappingini, so mugu føroysku U19-kvinnurnar taka til takkar við øðrum plássinum í bólki 6.

 

Aftaná javnleik 1-1 móti vertunum, Turkalandi og 3-1 sigri á Armenia, var vónin, at Armenia í grannauppgerðini móti Turkalandi kundi gera ein vørr, men soleiðis bleiv tað ikki.

 

Turkaland vann fyrr í dag stórsigur 7-0 á Armenia, og vinnur Turkaland sostatt undanbólk 6 við betri málúrtøku enn Føroyar, og vinnur seg víðari í undankappingini.

 

Longu í steðginum var Turkaland á odda 4-0. 

 

Men óannsæð, so er talan um eina flotta undankapping hjá føroyska U19 kvinnulandsliðnum. 

 

Endaliga støðan í bólki 6:

 

1. Turkaland 2 dystir  8-1  4 stig

 

2. FØROYAR 2 dystir  4-2  4 stig

 

3. Armenia 2 dystir  1-10  0 stig

 

Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir