Leita á in.fo

- Stuttligt at síggja føroyskan laks ovast í høgra horni í matarskránni – og enntá í reyðari rammu - fyri 1000 krónur fyri kilo.

Vilmund Jacobsen 11.08.2017 (23:01)

Føroyskur laksur: Eitt kilo fyri 1000 kr.

Ein lesari hjá In.fo, sum arbeiðir í tænastuvinnuni og býr í Danmark, hevur sent okkum viðhefta kut úr matarskrá, sum hann fekk umborð á ferju hjá DFDS úr Oslo til Keypmannahavnar herfyri.

 

Matarskráin er úr matstovuni, Eksplorers Steak House Restaurant, sum er umborð á ferjuni. Tá lesarin sá matarskránna, hefti hann seg skjótt við, at føroyskur laksur eisini er í matarskránni umborð.

 

- Eg fór at hyggja nærri, og eg má siga, at tað var stuttligt at síggja føroyskan laks ovast í høgra horni í matarskránni – og enntá í reyðari rammu - fyri 249 krónur fyri 250 gramm.

 

Lesarin vísir á, at tað er skjótt at rokna út, at tá 250 gramm av laksi kosta 249 krónur, liggur kiloprísuri fyri hesa føroysku laksavøru á 1000 krónum fyri kilo.

 

- Tað er flott at síggja føroyskar fyritøkur kappast millum tær stóru – og vinna í kappingini um bestu og dýrastu laksavøruna, sigur lesarin, sum sendi okkum kut út matarskránni umborð á DFDS-ferjuni.