fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 5°C

Vindur 14.7m/s

Leita á in.fo

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Eirikur Lindenskov 15.07.2017 (06:31)

Føroyskur útiseti latið upp rakistovu á Ærø

”Hetta er sum at fara á gátt hjá Karsten Barber í Fuglafirði í gomlum døgum”, helt ein føroyskur ferðamaður fyri, tá ið hann herfyri leitaði sær innar í nýliga upplatnu rakistovuna hjá føroyska útisetanum, Eli M. Poulsen, í Æreskøbing á Ærø í Suðurfjónska oyggjahavinum.

 

Rakistovan lat upp 1. juli, og kustar og skúm, ein útstappaður lundi og gamlir rakiknívar og onnur útgerð bera boð um, at her angar av eini atmosferu eins og tá ið abbi var ungur. Men her er tó bert talan um reklamu, tí í flestum førum verða nýmótans tól nýtt, tá ið rakað og klipt verður.

 

Bert fyri menn

28 ára gamli Eli sigur, at rakistova hansara bert er fyri menn. Orsøkin er, at hann vil veita hart arbeiðandi manninum eina fríløtu, har hann við einum sjussi ella eini øl í hond kann njóta at verða forkelaður á høgum støði.

 

Tá ið hann er vorðin kliptur og rakaður, verður eitt vátt og heitt handklæði lagt um høvdið, og hann fær eina andlitsviðgerð, ið neyvan hevur sæð sín líka.

 

Royndir vísa, at monnum ikki dáma at fara úr arbeiði fyri at klippa ella raka sær. Tí hevur Eli valt at hava opið frá kl. 19.00 til 21.00 hvørt gerandiskvøld. Her er eingin strongd – tað er hugurin, ið drívur verkið.

 

Eli sigur, at tað skal vera bæði stuttligt og annarleiðis at vera í viðgerð hjá honum. Hetta hava fleiri brúðgommar og poltergeist-fólk funnið fram til, og tí fær hann sum frálíður fleiri og fleiri viðskiftafólk av hesum slagnum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her