fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Her liggur Ritan í Svínoy, men eins og útoyggjafólk annars, eru svínoyingar komnir í knípu

Áki Bertholdsen 13.10.2016 (12:04)

Fólk á útoyggj komin í eina ringa støðu

Tey, sum búgva á útoyggj, eru komin í eina ringa støðu.

 

Løgtingið hevur á hvørjum ári játta útoyggjunum eina ávísa upphædd í flutningsstuðuli. Eitt endamál við stuðlinum er at gera tað bíligari hjá teimum at fáa vørur út í oyggjarnar.

 

Kortini er byggitilfar, og annað, undantikið, men tað, stuðulin mest hevur verið brúktur til, er at flyta landbúnaðarvørur, olju, smápakkar, og annað.

 

Men ikki minist er stuðulin ætlaðu til at gera tað bíligari hjá teimum á útoyggj at fáa slakt, og aðra framleiðslu, sum tey fáa selt, av oynni.

 

Í roynd og veru hevur úrslitið av stuðlinum verið, at tað hevur borið til at flyta slakt, og aðra framleiðslu, ókeypis av útoyggj.

 

Stuðulin er ein millión um árið, men Olga Biskopstø, sum samskipar arbeiðið í Útoyggjafelagnum, staðfestir, at stuðulin var uppi longu í summar.

 

- Tað hevur verið ein dyggur, fíggjarligur, smeitur hjá útoyggjafólki, sigur hon.

 

Síðani hava tey, sum búgva á útoyggj verið noydd til at rinda fullan prís fyri allan flutning í og úr útoyggjunum.

 

Í Skúvoy sigur Harry Jensen, at hann metir, at hetta fer at merkja eina meirútreiðslu upp á einar 35 krónur fyri hvørt krov. Men tey fáa bara stuðul at flyta vørur inn á Sand, og so mugu tey rinda fyri restina av flutninginum sjálvi.

 

Eva úr Dímun á Dímunargarðinum sigur, at enn hava tey ikki havt tørv á flutningi, síðani stuðulin var uppi, tí tey flyta tað mesta í stórum.

 

Men hon heldur, at tað er óhugsandi, at hesin trupulleikin ikki verður loystur, tí annars mugu tey avtala leiguferðir við tyrluni hjá Atlantsflog hvørja ferð, tey skulu hava framleiðslu av oynni og tað verður ein sera stórur smeitur.

 

Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, er greiður yvir trupulleikan og hann hevur sostatt biðið Løgtingið um at játta 250.000 krónur afturat í flutningsstuðuli til útoyggjarnar.

Men enn er óvist, nær Løgtingið fer at viðgera málið og sostatt er eisini ógreitt, hvussu verður við játtanini.

 

Meiri um sama mál seinni


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her