Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.12.2018 (14:08)

Fólk hava sjálvi ábyrgd av at fáa sær okkurt at búgva í

– Fólk hava sjálvi ábyrgdina av at útvega sær tak yvir høvdið. Tað er greitt, eftir at Sonja Jógvansdóttir reisti spurningin um heimleysu í Føroyum í Løgtinginum í gjár. Í tí sambandi vildi hon hava at vita frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, hvør tað er, sum hevur ábyrgdina av fólki, sum eru heimleysu.

 

– Sjálvandi hava fólk ábyrgd av sær sjálvum, og vit skulu ikki taka ábyrgdina frá fólki. Men spurningurin er um tað er nakar myndugleiki, sum hevur ábyrgdina av at útvega heimleysum tak yvir høvdið.

 

– Fólk vilja fegin taka ábyrgd, men ongir bústaðir eru til taks, og tað er ringt at fáa lán, og tískil standa fólk á gøtuni. Spurningurin er bara, hvør so skal taka um endan, eru tað kommunurnar, er tað Landið, ella er tað ongin, spyr hon.

 

– Hevði onkur myndugleiki havt ábyrgdina, varð málið eisini loyst sigur Sonja Jógvansdóttir. Hon vísir til dagstovnaøki, tá ið kommunurnar fingu ábyrgdin av tí, varð trotið á dagstovunum nøktað.

 

Eyðgunn Samuelsen sigur, at er talan um fólk, sum eru heimleysu av sosialum og persónligum umstøðum. Tað kann vera av sjúku, misbrúki, ella øðrum, og hesum fólkunum er tað hon, sum landsstýriskvinna í almannamálum, sum hevur ábyrgdina av.

 

Hinvegin er tað ongastaðni staðfest, hvør hevur ábyrgdina av fólki, sum eru heimleysu tí at útboðið av bústøðum er ov lítið. Tá ið fólk, sum annars klára seg sjálvi, verða søgd upp í einum bústaði, hava tey sjálvi ábyrgdina av at finna sær ein nýggjan bústað.

 

– Vit skulu ikki taka ábyrgd frá fólki, sum hava tørv á bústaði, men sjálvsagt eiga myndugleikarnir at gera sítt til at loysa bústaðarneyðina. Tí má tað almenna at tryggja, at tað er eitt útboð av bústøðum, og tað kann vera við felagnum, Bústøðum. Men tað verður eisini neyðugt at hyggja eftir fíggingarmøguleikunum, heldur Eyðgunn Samuelsen.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her