fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Heðin Mortensen, høgrumegin, og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, frammanfyri Jósup, sum nú fer at sigla út í Hest

Áki Bertholdsen 11.01.2019 (12:17)

Fólk í Hesti fáa nú nógv betri ferðasamband

Nú fáa fólk í Hesti nógv betri ferðasamband enn tey hava havt. Strandferðslan fer nevniliga at seta Jósup í fasta sigling ímillum Hest og Gomlurætt, men harumframt verða túrarnir hjá Teistanum út í Hest, eisini varðveittir.

 

Siglingin byrjar nú mánadagin og fyribils verður siglt til í apríl. Men Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at ætlanin er, at siglingin skal halda fram.

 

Hann sigur, at nú Jósup fer at sigla, merkir tað, at tað fer at bera til hjá fólki at búgva í Hesti, hóast tey arbeiða, ella ganga í skúla á meginøkinum. Jósup fer at sigla fýra túrar út í Hest um dagin, har fyrsti túrur úr Hesti er klokkan sjey á morgni og seinasti túrur er klokkan 19.30, og tað er hvønn dag í vikuni.

 

Hetta passar eisini til rutuna hjá Teistanum, og sostatt kann Bussleiðin til Havnar brúkast. Og er tørvur á farmaflutningi, ella á at flyta akførum í og úr oynni, eru tilkalling og túrar settir í ferðaætalni.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her