fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 20.03.2017 (10:48)

Fòlk úr Norra eru glaðast í heiminum

Normenn eru eydnuríkasta fólkaslag í heiminum.

 

Tað sigur ein nýggj kanning, ið ST hevur gjørt. ST ger eina árliga kanning, ið mátar til dømis btú fyri hvønn íbúgva, livialdur, sosialar tryggingar og mutur í stati og vinnulívi. Út frá tí máta teir hvar íbúgvar í einum landi hava best møguleikar at liva eitt gott lív.

 

Danmark hevur ofta ligið ovast, men er nú dottið aftur á nummar tvey, eftir at Norra er farið framum. Íslandi, Sveits og Finland liggja sum nummar trý, fýra og fimm.

 

USA er nummar 14, Týskland nummar 19 og Stóra Bretland nummar 19.

 

Niðast á listanum Suður Sudan, Liberia, Guinea, Togo og Rwanda.

 

Jeffrey Sachs, verkætlanarleiðari, sigur, at tey lond, ið klára seg best hava ein góðar møguleikar til vælferðartænastur og lítlan ójavna í samfelagnum. Tað hevur ofta við sær eitt høgt álit á stat og stjórnina.