Fólkaflokkurin kúvent í málinum um pensjónsaldur

Tá síðsta samgonga sat vildi Fólkaflokkurin hækka pensjónsaldurin úr 67 árum upp í 70 ár. Nú vil Fólkaflokkurin als ikki nerta pensjónsaldurin

Tá síðsta samgonga sat vildi Fólkaflokkurin hækka pensjónsaldurin úr 67 árum upp í 70 ár. Nú vil Fólkaflokkurin als ikki nerta pensjónsaldurin.

 

Hóast tað í nógv ár hevur verið tosað um at hækka pensjónsaldurin, grundað á at fólk liva longri, so hevur semja ikki verið um tað í Løgtinginum. Skiftandi landsstýrisfólk hava tó arbeitt við málinum.

 

Seinasta samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Sjálvstýri og Miðflokkin hevði ítøkilgar ætlanir um at hækka pensjónsaldurin longu í 2013. Tá skuldi hann hækkast til 68 ár. Landsstýrið hevði roknað út, at hetta skuldi spara landskassanum 33 milliónir á fíggjarlógini í 2013 og aðrar 90 milliónir krónurí 2014.

 

Ætlanin var at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár tað valskeiðið, sum altso endaði í 2015.

 

Alt tosið um at hækkað pensjónsaldurin endaði tó, tá Kaj Leo Holm Johannesen gjørdi greitt, at hansara samgonga fór ikki at nerta pensjónsaldurin yvirhvøur.

 

Nú Fólkaflokkurin er í andstøðu hevur hann kúvent frá støðuni, hann hevði, tá hann sat í samgongu. Í gjár legði Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins, fram uppskot um, at pensjónsaldurin ikki skal hækka yvirhøvur.

 

Um tað gekk, sum Fólkaflokkurin vildi í 2012, so hevði pensjónsaldurin í dag verið 70 ár. Nú er Fólkaflokkurin ímóti, at pensjónsaldurin um 7 ár hækkar við einum hálvum ár og um 12 við enn einum hálvum ári.