fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 1.6m/s

Leita á in.fo

Hósdagin verður eitt ókeypis tiltak í gomlu bygdini í Norðragøtu, nú júst 10 ár eru liðin, síðan standmyndin varð avdúkað.

Vilmund Jacobsen 10.07.2018 (22:16)

Fólkafundur Tróndardag í Norðragøtu

Hósdagin verður eitt ókeypis tiltak í gomlu bygdini í Norðragøtu, rópt Tróndardagur, har tað alment verður hátíðarhildið, at júst 10 ár nú eru liðin, síðan standmyndin av Tróndi í Gøtu alment varð avdúkað. Hyggja vit í skránna fyri dagin, síggja vit, at tiltakið byrjar klokkan 12, og beinanvegin verður skipað fyri einum forvitnisligum barnatiltaki, har Jákup Veyhe fer at fortelja um Trónd í Gøtu.

 

Á middegi hósdagin letur Fornminnissavnið upp, og tá letur Gallarí Glæman eisini upp listaframsýning við Petru E. Mikkelsen og Erlu Arts. Longu frá middegi verður bjóðað ókeypis kaffi, te, kaka og mist. Eitt forvitnisligt tiltak, sum byrjar klokkan 12.35 og sum varar til klokkan 13.45, er Víkingadugnaskapsroynd fyri børn, ung sum gomul, sum tikið verður til í skránni fyri dagin.

 

Hósdagin klokkan 14 er fólkafundur á skánni, og her verður evnið, ”Samleiki føroyinga”. Á fundinum, sum verður við standmyndina, verða tríggir røðarar, og eisini verður tónleikaframførsla. Tað verður Uni Arge, sum fer at framføra nøkur løg, og síðan verða tríggir røðarar.

 

Albert Isfelt, arkitektur, sum hevur stóran áhuga fyri búseting, og hvussu føroyingar hava búð, fer at siga nøkur orð. Síðan verður tað Laura Joensen, sjónleikari, sum fer at siga nøkur orð um, hvussu føroyingurin hevur verið, og at enda verður tað Atli Gregersen, vinnulívsmaður, sum fer at gera sínar metingar av, hvussu økið vinnuliga fer at síggja út í framtíðini.

 

Seinnapartin klokkan 15 verður føroyskur dansur á økinum við standmyndina, og klokkan 15.30 fer Jákup Reinert Hansen at hugleiða um kristindómin á Tróndardøgum í gomlu kirkju. Sum seinasta tiltak á skánni verður aftankvirra í gomlu kirkju klokkan 16, og Tróndardagur í Norðragøtu endar klokkan 16.30.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her