Leita á in.fo

Longu á ólavsøku vera vit yvir 51.000 fólk í Føroyum

Áki Bertholdsen 13.06.2018 (10:03)

Fólkatalið í Føroyum veksur við somu ferð

Fólkatalið í Føroyum veksur enn við somu ferð sum tað hevur gjørt seinastu fáu árini. Tað staðfestur Hagstovan. Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at tann 1. mai búðu 50.844 fólk í Føroyum og tað eru 795 fólk, ella 1,6 prosent, meiri enn fyri einum ári síðani.

 

Hagstovan vísir á, at seinastu trý árini hevur tað verið óvanliga stórur fólkavøkstur í Føroyum og tað er einki, sum bendir á, at vøksturin fer at hæsa av.  Tað merkir, at fólkatalið er økt 1,3 til 1,6 prosent um árið. Og fyri einum góðum ári síðani, síðsta vár, fór fólkatalið upp um eitt markamót, tá ið tað kom upp um 50.000 fólk. 

 

Men síðani hevur vøksturin hildið fram og Hagstovan metur, at tá ið fólkatalið kom upp á 50.844 fólk í mai, eru útlit fyri at vit koma upp um 51.000 fólk longu í summar. Verður gongdin teir næstu fáu mánaðirnar nøkulunda sum hon var í fjør, kann fólkatalið veksa eini 170 fólk í mai-juni, so at vit kunnu fara upp um 51.000 fólk longu fyrst í juli, sigur Hagstovan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her