fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 12.02.2018 (12:20)

Fólkatalið minkar bara í Sandoy

Fólkatalið var 50.498 tann 1. januar. Tað vaks við 676 fólkum ella 1,4% í 2017, skrivar Hagstovan.

 

- Tað kemur av nettotilflyting á 465 og burðaravlopi á 211. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, men mynstrið er tað sama sum undanfarna hálva árið, at fólkavøksturin er lutfalsliga størstur í Vága sýslu, Streymoy uttan fyri Tórshavnarøkið og Eysturoy, meðan minsti vøksturin er í Suðuroy og lítil minking í Sandoyar sýslu, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

 

Í mun til árið fyri vóru munandi broytingar í 2017 í burðaravlopi og nettoflyting, og tær vendu hvønn sín veg: burðaravlopið minkaði við 85 úr 296 niður í 211, meðan nettotilflytingin vaks við 61 úr 404 upp í 465. At burðaravlopið minkaði meira enn vøksturin í nettotilflytingini gjørdi, at fólkavøksturin í 2017 var 24 minni enn í 2016. 

 

Fólkatalið vaks í øllum høvuðsøkjum í 2017. Í tali var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 219 fólkum og næstan líka nógv í Eysturoy við 204 fólkum.

 

Meira áhugavert er, at verður hugt eftir lutfalsliga ella prosentvísa vøkstrinum, er hann nógv størstur í Vága sýslu við 2,5%,  í Streymoyar sýslu uttan høvuðsstaðin við 2,2% og í Eysturoyar sýslu við 1,8%. So er eitt lop niður til Norðoya sýslu og Tórshavnarøkið við ávikavist 1,2 og 1,1%. Og síðani aftur eitt lop niður til Suðuroy bert 0,2% og Sandoyar sýslu við eini minking á 0,5%.

 

Síðani fólkavøksturin tók dik á seg fyri góðum trimum árum síðani, var hann av tí mesta í Tórshavnarøkinum. Tað broyttist nú í fjør, so tað er ikki sama ferð á fólkavøkstrinum í høvuðsstaðnum, sum aðrastaðni í landinum: í 2017 átti Tórshavnarøkið 32% av fólkavøkstrinum, samanborið við 55% í 2016.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her