fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 6.7m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 16.05.2018 (13:20)

Fólkatalið veksur nógv á teimum størru oyggjunum

Tað er bara í Sandoy, í Svínoy og í Fugloy, at fólkatalið er minkað hetta seinasta árið. Annars veksur fólkatalið allastaðni, men í Suðuroynni er vøksturin ógvuliga avmarkaður.

 

Tað staðfestir Hagstovan, nú tey hava gjørt eina uppgerð yvir gongdina í fólkatalinum. Í miðal er fólkatalið vaksið 1,6 prosent og nú býr 50.778 fólk í Føroyum.

 

Hagstovan sigur eisini, at í nøkrum útoyggjum er fólkatalið eisini kvinkað upp eftir, men talan er um lítlan vøkstur við heilt fáum fólkum, eitt nú í Kalsoy, í Hesti, í Skúvoy og í Mykinesi, samstundis sum at fólkatalið er kvinkað niður eftir í Fugloy og Svínoy.

 

Men av teimum stóru kommununum er tað bara á Tvøroyri, at fólkatalið stendur í stað. Í Suðuroy sum heild er fólkatalið vaksið minst, tí har er fólkatalið bara vaksið eitt hálvt prosent hetta seinasta árið, soleiðis at tað nú býr 4.611 fólk í Suðuroy. Hinvegin er fólkatalið lutfalsliga minkað mest í Sandoy, har minkingin er 1,2 prosent, og nú býr sostatt 1.227 fólk í Sandoy.

 

Verður hugt eftir einstøkum bygdum, er tað í Hvalba at fólkatalið minkaði mest, tí nú eru 14 fólk færri í Hvalba enn fyri einum ári síðani. Annars er fólkatalið minkað í 14 bygdum í Skálavík er tað minkað 10 fólk, í Húsavík er tað minkað níggju fólk og á Sandi er tað minkað trý fólk. Annars er tað kvinkað niður eftir í Kvívík, í Fámjin í Hovi, umframt í Fugloy.

 

Annars eru havnarfólk vorðin 381 fólk fleiri, Klaksvíkingar eru vorðnir 81 fleiri, á Strondum eru tey 56 fólk fleiri, í Runavík er vøksturin 51 fólk, í Sunda Kommunu er vøksturin 48 fólk og á Nesi er vøksturin 46 fólk.

 

Sostatt vísir tað seg, at fyri ein stóran part er tað rundan komandi undirsjóvartunnilin í Eystur oy, at fólkatalið veksur, men hinvegin hevur tað ikki – enn í hvussu so er – avirkað fólkatalið upp eftir, at undirsjóvartunnil eisini skal gerast í Sandoynna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her