fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 7m/s

Leita á in.fo

Mynd: Magni Arge á Facebook

Danjal av Rana 11.09.2018 (16:03)

Fólkatingsnevnd rendi seg í springaradrápið

Føroyanevndin í Fólkatinginum er í hesum døgum á vitjan í Føroyum.

 

Í dag fingu tey eina serstaka uppliving, tá tey á veg inn í Eysturoynna rendu seg í springaradrápið í Hvalvík.

 

Magni Arge er formaður í bólkinum og greiddi á FM 1 frá, hvat síðani hendi.

 

Hann segði, at við tað, at tey vóru illa mannað í drápinum, tóku fleiri í bólkinum lut í drápinum.

- Tey eru eisini skrivað upp til drápspart, sigur hann flennandi.

 

Magni Arge greiðir frá, at tey í dag annars hava vitjað Bakkafrost og í kvøld skulu til Kirkjubøar, áðrenn tey í morgin skulu vitja í Tinganesi, á Glasi og í Sjóvinnuhúsinum og fríggjadagin vitja í Gásadali og á Atlantsflog.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Magna Arge.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her