Áki Bertholdsen 11.02.2019 (09:10)
Fór sjálvur á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp
Í gjáramorgunin varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi Norðoyggjum, á vegnum til Árnafjarðartunnilin. Tað var ein bilførari, sum kom fram á ein bil, sum var rættiliga illa farin, men har var ikki eitt menniskja at síggja.
Men eina løtu seinni varð ringt av Klaksvíkar Sjúkrahúsi til løgregluna at boða frá, at har var ein maður komin til kanningar, tí hann hevði verið í einum ferðsluóhappi.
Løgreglan fór á Sjúkrahúsið at tosa við mannin, sum vísti seg at vera bilførarin, og hann hevði verið einsamallur í bilinum. Hann hevði ikki fingið nevnivert at skaða, men løgreglan syrgdi fyri, at blóðroynd varð tikin av bilføraranum, tí tey fingu illgruna um, at hann var ikki heilt edrúur. Men enn veit løgreglan ikki, hvussu óhappið hendi, og tey vita heldur einki um umstøðurnar annars.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
- Eg skilji ikki eg yvirlivdi |
|
Annika Olsen eigur at fáa karantenu sum borgarstjóri í Havn |
|
Hesir skulu yvirtaka Polar Seafood |
|
Heimsins størsta býfluga funnin |
|
So skrivar VG aftur um Hagen-gátuna |
|
Ein av størstu turrdokkum í Evropa |
|
- Eg fái ilt í búkin |
|
Løgreglan: - Ikki svarið hesum teldupostinum |
|
Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu |
|
Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um |
|
Nýggjur sambandsmaður á Toftum |
|
Nýtt áhugafelag sett á stovn |
|
Handilsmaður í 53 ár ætlar sær á ting |
|
Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA |
|
Gátan um Anne-Elisabeth Hagen |
|
Ein nýggjur Markus |
|
Unga Sjálvstýri nýggja nevnd |
|
Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil |
|
Vilja reiðarar ikki gjalda má sterkari lútur til |
|
Fleiri føroyingar skulu nú rinda minni til Kringvarpið |
|
Stuttligt at eiga ein lítlan lut í tí stóra |
|
Pápar skulu verða longri í barnsburðarfarloyvi |
|
Hevur lykilin í egnum hondum |
|
Vaðhorn í heimsflokki |
|