Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 15.03.2019 (09:16)

Fór út av í hálkuni

Tað hevur verið hált summastaðni í nátt og í morgun, og í hesum sambandi hevur løgreglan fingið eini boð um eitt ferðsluóhapp, har ein bilur er farin útav. Tað var Millum Fjarða, at ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum og hálkuni, so at hann fór útav, men løgreglan sigur, at eingin skaði hendi.

 

Sambært Landsverki er tað ikki hált nakrastaðni nú, uttan á Norðadalsskarði. Men annars hevur tað verið sertakliga friðarligt, sigur løgreglan.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her