Foreldrini skulu ikki rinda undir verkbanninum

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur lýst verkbann fyri allar pedagogar í dagstovnum frá hósdegnum og hetta merkir, at børn ikki sleppa í vøggustovu, barnagarð ella frítíðarskúla.

 

Nógv hevur verið prátað um, hvør fer at rinda lønina hjá pedagogunum, meðan verkbann er, men nú hava bæði Klaksvíkar kommuna og Runavíkar kommuna tikið støðu í einum øðrum spurningi.

 

Kommunan boðar í dag frá, at foreldur ikki skulu rinda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa. Tí skulu tey ikki rinda barnaansingargjald fyri teir dagar, sum stovnarnir eru stongdir.

 

- Foreldragjaldið, fyri tíðina stovnarnir eru stongdir, verður endurrindað tá semja er gjørd millum partarnar og foreldragjaldið kann gerast upp, skrivar Runavíkar kommuna.

 

- Foreldur skulu sjálvsagt ikki gjalda fyri eina tænastu, sum tey ikki fáa, og tí fella foreldragjøldini burtur fyri dagstovnaplássini, sum verða rakt av verkbanninum í tíðarskeiðnum, meðan stovnarnir eru afturlatnir, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

So er spurningurin, um aðrar kommunur fara at fylgja teimum báðum kommununum eftir.