Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 06.12.2018 (10:52)

Foreldur fara ikki at fáa pengar fyri at ansa sínum egnu børnum

Tað verður heldur ikki á hesum sinni, at Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, fær undirtøku fyri at foreldurs skulu fáa pengar fyri at ansa sínum egnu børnum.

 

Tað er greitt, nú mentanarnevndin hevur viðgjørt eitt uppskot frá honum um at foreldur skulu fáa 90.000 krónur um árið fyri at syrjga fyri síni egnu barnansing. Hetta er umleið sama upphædd, tað kostar eini kommunu og foreldrum í foreldragjaldi, at hava eitt barn í barnagarði ella í vøggustovu.

 

Sostatt kostar hetta einki, sum so, tí ístaðin fyri at brúka pengarnar upp á eitt pláss í barnagarði, ella vøggustovu, eru tað bara foreldrini, sum fáa pengarnr ístaðin og so syrgja tey fyri síni egnu barnaansing.

 

Jørgen Niclasen førir fram, at barnagarðar og vøggustovur eru ikki fyri foreldur, sum arbeiða skeivar arbeiðstíðir, tí alt er stongt um kvøldið um vikuskiftini og halgidagar. hann hevur áður roynt seg við sama uppskoti, men tá varð tað felt, og ein grundgeving fyri tí var tað manglaði vitan og hagtøl á økinum.

 

Og nú málið hevur verið til viðgerar eina ferða afturat, heldur meirilutin í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum framvegis, at málið er ov illa greinað. Meirilutin, sum eru umboðini fyri samgonguna, vísa á, at kommunur hava skyldu at skapa góðar karmar til dagstovnaøkið og eina góða barnaansing til øll.

 

– Uppskotið elvir til nógvar spurningar og færri svar og er í fyrsta lagi ikki búgvið at samtykkja, í øðrum lagi ikki rætta loysnin á teimum trupulleikum, Jørgen Niclasen við loysa.

 

Umboðini fyri andstøðuna taka undir við uppskotinum. Men Helgi Abrahamsen, ásannar, at tað kann verða ein trupulleiki, har talan er um foreldur, sum ikki tosa føroyskt. Í teimum førum kann tað verða ein bági fyri málmenningina hjá børnunum, eru tey ikki dagliga eru saman við øðrum børnum, heldur hann.

 

Men hann heldur, at hetta eru spurningar, landsstýrið kundi greina í eini fyrireiking til at seta eina slíka skipan í verk. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her