Foreldur sum ansa børnum verða trekt í løn

Ósemjan millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann fara at kosta foreldrum dýrt

Ósemjan millum Pedagogfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið kann fara at kosta foreldrum dýrt. Helst verða fleiri foreldur, sum ikki kunnu fara til arbeiðis í morgin, men tey skulu trekkjast í løn.

 

Orsøkin er einføld. Starvsfólk, sum ikki møta til arbeiðis, tí tey ikki fáa børn síni ansað, hava ikki rætt til løn.

 

Hesum hevur Føroyar Arbeiðsgevarafelag boðað limum sínum frá í kunnig, sum felagið hevur sent út í sambandi við, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur lýst verkbann fyri allar námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru limir í Føroya Pedagogfelag.

 

Verkbannið er galdandi frá hósdegnum 14. desember 2017 kl. 07.00.

 

Føroya Arbeiðsgevararfelag leggur afturat, at um arbeiðssteðgur verður á økinum hjá øðrum feløgum, er tað sama galdandi, at foreldur, sum ikki møta til arbeiðis vegna manglandi barnaansing verða trekt í løn.