fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 10.4m/s

Leita á in.fo

Dagfinn Olsen 09.08.2018 (19:53)

Forkunnugt kort frá 1922 undan kavi í Vági

 Í farnu viku kom eitt forkunnugt kort yvir Vágs kommunu, eitt tekniskt kort frá 1922, undan kavi í húsunum hjá Petur Dahl, sum var borgarstjóri í Vági frá 1907 til 1014, og aftur frá 1919 til 1930, skrivar vagur.fo.

 


Eftirkomararnir hjá Petur Dahl í Vági, vanliga nevndur Petur á Gørðunum, hava seinastu árini arbeitt við at seta í stand gomlu húsini hjá Peturi. Ein teirra, sum í dag varir av húsunum, er Magnus Dahl, abbasonur Petur.

 


Í farnu viku boðaði Magnus frá, at teir høvdu funnið eitt forkunnugt kort í Petursborg, sum húsini hjá Petur á Gørðunum vanliga verða nevnd í Vági. Talan var um eitt tekniskt kort frá 1922.

 


Kortið er teknað av einum norskum verkfrøðingi, sum Vágs kommuna brúkti sum ráðgeva. Á kortinum eru m.a. fyrstu el-leiðingarnar í Vági teknaðar og eisini sokallaðu “kioskirnar”, sum transformaturstøðirnar hjá elverkinum vórðu kallaðar fyrr, skrivar vagur.fo.

 


Forkunnugt er eisini við kortinum, at húsini hjá Petur á Gørðunum, eru millum tey ovastu í bygdini. Í dag standa húsini at kalla mitt í Vági.

 

Petur á Gørðunum var borgarstjóri ella sóknarstýrisformaður, sum heitið var tá, í Vági frá 1907 til 1014 og aftur frá 1919 til 1930. Petur á Gørðunum var undangongu maður burturav m.a. í samband við elverkinum í Botni, sum varð tikið í nýtslu í 1921. Petur á Gørðunum var eisini stovnari av Suðuroyar Sparikassa, Sjúkrakassanum í Vági, og undangongumaður tá tráðbani varð bygdur vesturi á Eiðinum í 1928/1929, skrivar www.vagur.fo. 

 

 

Á myndini hyggja Magnus Dahl og Dennis Holm, borgarstjóri, at kortinum frá 1922.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her