Formaðurin: Atkvøða ikki aftur um avtaluna hjá May

Theresa May kann ikki senda somu brexitavtalu til atkvøðugreiðslu fyri triðju ferð, sigur formaðurin í bretska Undirhúsinum

Theresa May kann ikki senda somu brexitavtalu til atkvøðugreiðslu fyri triðju ferð, sigur formaðurin í bretska Undirhúsinum.

 

Tað verður ikki ein triðja atkvøðugreiðsla um brexitavtaluna hjá Theresu May.

 

Tað sigur formaðurin í bretska Undirhúsinum, John Bercow.

 

Forsætisráðfrúan skal koma við eini nýggjari ella munandi broyttari avtalu á borðið, áðrenn hann vil loyva enn eini atkvøðugreiðslu.

 

– Stjórnin kann ikki lógliga senda sama uppskot ella grundleggjandi tað sama uppskotið til Undirhúsið, segði Bercow í dag í Undirhúsinum, sambært tíðindastovuni AFP.

 

Avtalan hjá May er tvær ferðir feld í Undirhúsinum við stórum meiriluta.

 

Seinast týsdagin í síðstu viku, tá støðan 391-242. May tapti harvið við 149 atkvøðum.

 

Mikudagin segði tingið nei til at fara úr ES uttan avtalu.

 

Tað fekk Theresu May, forsætisráðfrú, at tosa um eina nýggja atkvøðugreiðslu um brexitavtaluna í seinsta lagi nú mikudagin.

 

Men tað fer altso ikki at bera til, um tað ikki eru framdar munandi broytingar.

 

– Hetta er mín niðurstøða: Um stjórnin vil leggja fram eitt nýtt uppskot, sum hvørki er tað sama ella grundleggjandi tað sama, sum tað, sum varð avvíst í Undirhúsinum 12. mars, so er í lagi, sigur John Bercow, formðaur í Undirhúsinum, sambært Reuters.

 

Fráboðanin hjá formanninum er enn ein ósigur fyri stjórnina hjá Theresu May.

 

Hetta kemur beint efitr at Jeremy Hunt, uttanríkisráðharri, í dag segði, at hann sá upplívgandi tekin millum teirra, sum eru ímóti avtaluni.

 

Bretland skal sum er úr ES 29. mars.

 

Á atkvøðugreiðsluni hósdagin atkvøddi tingið tó ja til at søkja um at útseta hesa dagfesting. 412 atkøvddu fyri og 202 ímóti.

 

Sambært Reuteers fer Theresa May á fundi við ES leiðarar hósdagin at biða um útseting fyri evstamarkinum at fara úr ES.

 

Ein útseting krevur semju millum øll hini 27 ES-londini.

 

/ritzau/