Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 15.04.2018 (06:38)

Forsetaval er í Montenegro í dag

Í dag er forsetaval í Montenegro. Tað er triðja forsetavalið, síðani Montenegro gjørdist sjálvstøðugt í 2006.

 

Á valinum hesaferð stillar fyrrverandi forsætisráðharrin í landinum, Milo Djukanovic, upp. Hann var annars pensjóneraður.

 

Hann stillar nú upp kortini, og ein møguligur sigur hjá Djukanovic kann fáa ávirkan á, um Montenegro heldur fram við politisku ætlanunum um at gerast partur av ES.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her