Forsetavitjan í Klaksvík í dag

Í dag var borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, vertur við vitjan hjá íslendska forsetanum, Guðni Th. Jóhannesson og beyð vælkomin í býrðshøllini kl. 9.30 við eini kunning um Klaksvík. Síðani varð boðið til eitt lætt ábit, áðrenn farið varð niðan í Christianskirkjuna, har Alex Sólstein, sum altíð sera hugtakandi greiddi frá.

 

Eftir tað tók Edward Fuglø, listamaður ímóti í kirkjukjallaranum og greiddi frá listaverki sínum, Jesus úr Nasaret.

 

Síðan gekk leiðin út til LookNorth – ársins íverkseti, har stjórin Árni Skale greiddi frá virkinum og mongu uppgávum teirra.

 

Klokkan 12 var borgarstjórin vertur við ein døgurða á gamla Seglhúsinum, sum matstovan Fríða sera hegnisliga hevði borðreitt.