Forsetin vitjaði barnaheimið hjá Williami og býráðið

Í morgun hava íslendsku forsetahjúnini, Guðni T. Jóhannesson og forsetafrú Eliza Jean Reid, vitjað í Havn.

 

Dagðurin byrjaði hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu í Havn, har Rigmor Dam, mentamálaráfrú og maður hennara, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, tóku ímóti.

 

Húsini eru barnaheimið hjá Williami Heinesen, har hann eisini varð førddur. Á varð skipað fyri bókmentatiltaki, har framløgur vóru við Maluni Marnersdóttir, Niels Jákup Thomsen og Urd Johannesen. Rithøvundar Carl Johan Jensen og Rakel Helmsdal lósu upp úr sínum verkum “Ó” og “Hon, sum róði eftir ælaboganum”.

 

Eftiltakið varð farið niðan á Vaglið, har Tórshavnar býráð, við Anniku Olsen, borgarstjóra og manni hennara, Jakob Horn, tóku ímóti.

 

Eftir stutta vitjan á ráðhúsunum gekk leiðin út á Argjar, har vitjað varð í Skúlanum á Argjahamri.

 

Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja video frá vitjanini í Havn í morgun.