fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 11.3m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 11.01.2017 (14:22)

Fortreytirnar skulu vera realistiskar

Við støði í stóra byggivirkseminum í Føroyum í dag, tók Byggiharrasamtak Føroya, BSF, stig til ein temadag í november, har ljós varð sett á avbjóðingarnar innan bygging. Hetta við tí fyri eygað at betra um góðsku, halda kostnaðinum niðri, minka um byggimistøk og yvirhalda ætlaðar byggitíðir, sigur BSF í tíðindaskrivi.

 

Ein av niðurstøðunum frá temadegnum var, at fyri at ein verkætlan skal eydnast, er tað týdningarmikið, at fortreytirnar eru realistiskar. Tað er alt ov oftani, at karmarnir eru fastlagdir ov tíðliga so sum kostnaður og tíðarfreist, og tað samsvarar oftani ikki við ætlanina. Eisini verður farið í gongd við byggingina, áðrenn ein kennir verkætlanina.

 

Í hesum sambandi nevndi Árni Winther, arkitektur, dømir um ymiskar byggiverkætlanir, har fortreytirnar ikki samsvaraðu ætlanunum. Eitt nú í sambandi við byggingina av Norðurlandahúsinum, har karmarnir vórðu fastlagdir ov tíðliga, og har húsið endaði við at kosta fleiri ferðir meira enn ætlað. Hóast tað, er talan um eina bygging, sum hevur verið til stóra gleði og stórt gagn fyri brúkarar og føroyska samfelagið sum heild. Talan var tó upprunaliga um eina verkætlan við órealistiskum fortreytum. Hendan verkætlan, eins og Marknagil eisini kann takast við, eru góð dømir um, at byggiharrar ikki skulu lata seg kúga. Meira realistiskar verkætlanir vilja eisini bera í sær betri og virðiligari samskifti millum partarnar, tí ongin verður kroystur at loysa eina uppgávu, sum ikki gongur upp.

 

Undir temadegnum var semja um, at eftirmeting sum heild er niðurraðfest. Ein eftirmeting verður oftani raðfest til at vera tikin síðst í verkætlanini, ið er óheppið, tí tað tá ikki er møguligt at stegða møguligum feilum, sum høvdu kunnað verið funnir, um tað varð eftirmett loypandi. Eisini er hvørki tíð ella peningur settur av til eina eftirmeting, so tá verkætlanin er liðug, verður farið beint víðari til næstu verkætlan. Um ein eftirmeting skal koma vinnuni til gagns, má álit og virðing vera millum partarnar, og kann hon tá føra við sær bæði betringar og vitanardeiling.

 

Triðja høvuðsniðurstøðan var, at fyri at gera eina væl eydnaða verkætlan, skal arbeiðstakarin takast við í verkætlanina, áðrenn projekteringin er liðug. Alt ov oftani er verkætlanin komin ov langt, áðrenn arbeiðstakarin verður tikin við, og tá er ikki í nóg stóran mun tikið hædd fyri til dømis tíðarfreist og teimum ymisku fasunum. Hetta kann elva til, at møguligar rættingar verða gjørdar eftir byrjan av verkætlanini, heldur enn áðrenn. At inndraga arbeiðstakaran fyrr í tilgongdina kann ikki bert fanga feilirnar fyrr, men eisini bera í sær betri samskifti millum allar partar.

 

Byggiharrasamtak Føroya metir, at fyri at tryggja áhaldandi menning av byggivinnuni í Føroyum, er tað týdningarmikið, at mest framkomna tøknin verður nýtt. MT Højgaard hevði á temadegnum eina áhugaverda framløgu um BIM/VDC (Virtuel Design Construction), ið er eitt talgilt amboð, sum við fyrimuni kann nýtast til at betra um góðsku og tíðarstýring.

 

Landsverk hevur í nøkur ár arbeitt við BIM, og hendan tøknin verður nú nýtt til byggingina av nýggja H-bygninginum í Landssjúkrahúsinum. Hetta ger, at Landsverk fær royndir innan ta nýggjastu tøkni og kann deila hesa vitan við aðrar luttakarar í byggivinnuni, ið tí kann vera til fyrimuns fyri alla vinnuna.

 

Ein skipað og gjøgnumførd eftirmetingarmentan vil føra við sær innlit og vitanardeiling, eins og tað er týdningarmikið at lurta eftir allari vinnuni. Ein væleydnað verkætlan kann best náast við menning og áhaldandi samskifti og virðing millum allar partarnar, ið taka lut í stóra byggivirkseminum í Føroyum í dag.

 

Fyriskiparnir av temadegnum eru sera væl nøgdir við dagin og meta, at nógv áhugaverd sjónarmið og íkast komu fram, eins og eitt gott og mennandi kjak var á degnum. Hetta verður nú gjølla endurskoðað og viðgjørt saman við Ráðgevarafelagnum og Føroya Handverkmeistarafelag, soleiðis at ítøkilig úrslit koma burtur úr tiltakinum sum millum annað vegleiðingar, kravfestingar og dagføringar.