fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 7°C

Vindur 8.3m/s

Leita á in.fo

Sjúrður Skaale saman við journalistum á Radio24syv, sum í hesum døgum hevur fosturtøku í Føroyum sum tema

Áki Bertholdsen 03.02.2018 (17:26)

Fosturtøka í Føroyum – vit hava eisini nógv at vera stolt av

Í hesum døgum setir danska útvarpsrásin "Radio24syv" fokus á fosturtøku í Føroyum. Tvær kvinnur hava verið í Føroyum og tosað við fólk - m.a vitjaðu tær meg í síðstu viku.

 

Orsøkin til áhugan er tann sama sum altíð, tá hetta kemur upp í Danmark: Fosturtøka er ikki frí í Føroyum. Og journalistikkurin líkist meira eini kampanju fyri fríari fosturtøku enn eini roynd at upplýsa um alt málið.

 

Tað er spell, tí lógligu karmarnir kring fosturtøku eru bara ein partur av hesum stóra máli. Fosturtøka snýr seg eisini um upplýsing. Um atgongd til fyribyrging. Um kvinnurættindi. Um ábyrgdarfulla atferð. Fosturtøka nemur við bæði etiskar, sosialar, mentanarligar, persónligar og religiøsar spurningar.

 

Alt hetta hevur lyndi til at hvørva í tí danska orðaskiftinum, har bara ein spurningur verður settur: Er fosturtøka frí ella ikki? Er hon frí er tað gott, er hon ikki frí, má tað broytast!

 

Men aðrir spurningar eru eisini verdir at seta í málinum, og onnur viðurskifti eru eisini verd at hyggja nærri at. Og tá kann niðurstøðan til dømis gerast soljóðandi: Eru nógvar fosturtøkur í einum landi, er helst okkurt galið við upplýsingini, atgongdini til preventión ella hugburðinum. Eru fosturtøkurnar fáar hóast tað ikki er forboð, er kanska okkurt, sum er rætt.

 

 

Føroysk virði

Tað, sum eg segði við Radio 24/7 var tað sama, sum eg plagi at siga, tá eg í mínum starvi verði spurdur um hetta málið:

Føroyar yvirtaka í ár persóns- familju- og arvarættin, og tað er upplagt, at vit í hesum sambandi eisini fara undir at gera eina føroyska lóg í staðin fyri ta donsku lógina frá 1956, sum er galdandi í dag.

 

Sjálvandi eru danskir politikarar vælkomnir at hava sína meining um spurningin og bera hana fram. Tað kann eingin nokta nøkrum. Og tað er hugsandi, at donsku røddirnar, í sambandi við yvirtøkuna, verða fleiri.

 

Men tað er heilt avgerandi, at vit fáa eitt alment orðaskifti í lag í Føroyum, áðrenn ein føroysk lóg kemur, so tað verða okkara føroysku virði, sum verða endurspeglað í føroysku lógini. Tey kunnu danir hava sína meining um - men tað er altso ikki teirra meining, sum telur í tí føroyska kjakinum.

 

 

Dirvisleys skipan

Føroyar hava eina danska fosturtøkurlóg frá 1956, sum sambært fleiri læknum ikki verður fylgd.

 

Tá eg sum fólkatingsmaður verði spurdur um hetta, kann eg ikki annað enn ásanna, at tað er tekin um eina dirvisleysa politiska skipan, sum sjálv máar støði undan teirri rættartrygd, hon skuldi vart.

 

Løgtingið hevur ikki havt dirvið til at dagføra lógina, hóast hon ikki verður fylgd, og hóast hon vísir til ein danskan stovn - "Mødrehjæpen" - sum als ikki finst í Føroyum. Í staðin fyri at skipa viðurskiftini púra greitt sambært føroyskari lóg, hevur Løgtingið smoygt sær undan ábyrgdini, og lagt hana á læknarnar.

 

At bert fáir flokkar tora at taka støðu til hendan stóra spurning, tænir heldur ikki okkara skipan til heiðurs. Tá kritikkur kemur uttaneftir av hesum viðurskiftum, kunnu vit ikki so væl verja okkum. Tað ER ikki í lagi.

 

 

Nógv at vera stolt av

Men hóast politiska handfaringin er merkt av dirvisloysi, so hava vit nógv at vera stolt av, tá tað kemur til fosturtøku.

 

Tí hóast tað ber til at fáa fosturtøku í Føroyum, og hóast ber til at fara til Danmarkar at fáa hana framda - so er talið á fosturtøkum nógv, nógv lægri enn nakra aðrastaðni í norðurlondum.

 

At tað kortini bert eru Føroyar, danskir politikarar og miðlar venda kritisku eyguni ímóti, vísir, at teir einans síggja hetta sum ein juridiskan ja/nei-spurning. Men taka vit alla myndina við, so er tað næstan absurd, at kritikkurin bert verður vendur móti Føroyum.

 

Í Danmark vóru frá 2008 til 2011 heilar 261 fosturtøkur fyri hvørji 1000 fødd børn. Í Svøríki var talið 335. Í Noregi var tað 505. Og í Grønlandi var tað 979. Í Grønlandi vóru altso líka nógvar fosturtøkur sum fødd børn.

 

Úr Danmark hoyrist einki kritiskt orð um hetta. Tað er í Føroyum, at tað er galið! Men í Føroyum vísir statistikkurin, at tað frá 2009 til 2013 vóru 56 fosturtøkur fyri hvørji 1000 fødd børn.

 

Talið á fosturtøkum í Føroyum er sostatt bara ein brotpartur av tí, tað er aðrastaðni. Og orsøkin er ikki bara, at vit hava ein strangari lóg.

 

Tað hevur eisini nakað við sterka ábyrgdarkenslu og sterk virði at gera. Tað er positivt. Men tað verður ikki hugt at hesum. Tann lítið virðiliga lóggávan hevur størri áhuga. Tí eru søgurnar negativar. 

 

 

Gott útgangsstøði

Vit skulu - helst í komandi valskeiði - hava eina nýggja nýggja, føroyska lóggávu á økinum. Tað verður ikki lætt. Tað er tað ongastaðni. Í øllum heimsins londum er hetta ein trupul spurningur.

 

Men hjá okkum er útgangsstøðið betri enn hjá teimum flestu, tí talið av fosturtøkum er so lágt.

 

Hóast eg sjálvur haldi, at samfelagsliga málið má vera, at talið á fosturtøkum verður verandi so lágt sum gjørligt, so helli eg eisini til, at kvinnan sjálv skal eiga endaligu avgerðina. Nærum øll eru samd um, at vit skulu loyva fosturtøku í ávísum førum - og hvar skulu vit so seta markið? Tað er næstan ógjørligt.

 

Hinvegin - í fjør vísti ein kanning, at flestu føroyingar hvørki vilja hava bann ella fría fosturtøku. Eitt mark skal altso setast fyri, hvør kann og hvør ikki kann.

 

Latið okkum fáa kjakið um, hvar markið skal ganga.

 

Hetta er og skal vera ein føroyskur spurningur, sum skal loysast eftir eina føroyska debatt. Vit skulu ikki trýstast til nakað úr Danmark, tí tá tað kemur til fosturtøku í Føroyum, og vit taka alla myndina við, hava vit meira at vera stolt av enn at skammast um.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her