fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 07.11.2018 (18:57)

Fosturtøkur minkaðar niður í ein fjórðing

Í 2017 vórðu 19 fosturtøkur framdar í Føroyum. Hetta er metlágt og ein fjórðingur av tí, sum var fyri meir enn tríati árum síðani. 

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya

– Hóast tølini eru smá, og tí kunnu sveiggja nógv frá einum ári til annað, er gongdin greið. Tølini hava verið alsamt minkandi, eisini tá talið av fosturtøkum verður roknað í mun til talið av livandi føddum, skrivar Hagstovan.

Í 1980-unum var talið av fosturtøkum um 80 árliga. Fyrru helvt av 1990-unum minkaði tað niður um 60, seinni helvt av 90-unum niður um 50. Um aldarskiftið og í nullunum niður móti 40 og hesi síðstu árini niður um 30.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her