Leita á in.fo

Tjóðveldi 07.04.2018 (19:05)

FRÆLSI – ØKISMENNING – NÝSKIPANIR

FRÆLSI – ØKISMENNING – NÝSKIPANIR

Yvirlýsing á flokstingi Tjóðveldis í Klaksvík 7. apríl 2018

 

 

 

Floksting Tjóðveldisfloksins, sum hevur verið í Klaksvík í vikuskiftinum, hevur umrøtt floksins støðu í hugsjónar- og gerandispolitikkinum. Mett var um útlitini, og væl møtta fjøldin av tjóðveldisfólki, úr øllum landinum, gav ting- og landsstýrisfólki floksins góð ráð um, hvussu leggjast skal til miðis í stjórnarmálum frameftir.

 

 

 

Flokstingið stuðlar politiska samstarvinum í CEF-samgonguni. Fyri ein flokk, ið hevur sum alra fremsta mál í stevnuni at flyta Føroyar úr donskum heimastýri inn í eina føroyska republikk, eru eyðvitað avmarkingar í samgonguskjalinum í mun til stevnu floksins. Hinvegin er eydnast at býta ríkidømið javnari, at skipa ein meiri sjálvbjargnan búskap, at taka stór mál heim og at fremja nýskipanir á týðandi samfelagsøkjum, sum fara at gagna framtíðini og framtíðartryggja samfelagið til eina støðu, har Føroyar eru javnbjóðis partur millum aðrar tjóðir í altjóða høpi.

 

 

Flokstingið staðfestir, at nýskipanin av fiskivinnuni, sum manningar, útgerðarfeløg og samfelag hava bíðað eftir í 10 ár, hevur hepnast væl og ásannar samstundis, at eitt so víðfevnt lógar- og kunngerðarsmíð skal rættast av, alt eftir hvørjar óneyðugar forðingar stinga seg upp, so hvørt nýggja lógin verður brúkt. Mesti vinningurin er, at rætturin til sjófeingið nú liggur treytaleysur hjá føroyska fólkinum, sum fær tilfeingisrentuna av veiðirættinum í avmarkaða marknaðinum og ásetingini um burðardygga veiði. Tingið fegnast eisini um, at tað hevur eydnast fiskimálaráðharranum at fáa í lag, at nýtt havrannsóknarskip nú verður smíðað til hav- og fiskirannsóknir.

 

 

Flokstingið stuðlar av heilum huga, at flokkurin virkar fyri einum stimbrandi vinnu- og íverksetarapolitikki, sum er fremjandi fyri lív og lunnindi fólksins og samfelagsins. Fremsta treytin fyri framtøku og menning fólksins og fólkavøkstri er ein dyggur vinnupolitikkur.

 

 

Flokstingið fegnast um, at samgongan hevur tikið týðandi tøk fyri einum samhaldsføstum samfelag við sosialum batum fyri lág- og meðallønt, fólkapensjónistum, fyritíðarpensjónistum, barnafamiljum, lesandi og eini betri barsilsskipan. Flokstingið mælir til áhaldandi at gera átøk og íløgur til tess at røkka málinum um einar javnari Føroyar.

 

 

Flokstingið tekur undir við, at flokkurin í málum mentanini og móðurmálinum viðvíkjandi av heilum huga styðjar mentanararbeiðarum landsins og skúlaskapi okkara.

 

 

Flokstingið tekur undir við heilsunýskipanini og mælir flokkinum til at taka undir við pensjónsnýskipanini, sum er alneyðug, skal landsins búskapur framtíðartryggjast. Politiska aðalmiðið í hesum valskeiðnum hevur verið nýskipanir, og verður eitt samfelag ikki rationaliserað, trimmað og moderniserað stútt og støðugt við reformum, so býðst ikki bøtur.

 

 

Flokstingið samtykti eitt uppskot undir heitinum: Føroyar fyri allar føroyingar! Málið snýr seg um í mestan mun at javnseta ymsu økini í landinum, serliga viðvíkjandi almennum virksemi og stovnum. Útoyggja- og økismenningarpolitikkurin, sum flokkurin hevur verið leiðtogari fyri, skal setast á skrá av nýggjum. Tað er umráðandi fyri flokkin, at allar Føroyar vaksa og ikki bara nakrir fáir miðsavnaðir deplar í landinum.

 

 

Flokstingið mælir flokkinum til at herða tjóðskaparstríðið. Semja var um, at flokkurin sum skjótast og virkin fer inn í royndina at laða donsku ríkisveitingina niður, so føroyingar á eini objektivari grund – uttan fíggjarligar bindingar – fáa tikið støðu til politisku framtíðarstøðu landsins. Stríðið fyri sjálvstøðu tjóðarinnar skal áhaldandi vera stavnamerki floksins, og virkast skal til frama fyri hesum áhaldandi, hagar til rokkið er á mál.

 

 

Flokstingið mælir flokkinum til at stríðast fyri at røkka settum málum á náttúruverndar- og umhvørvisøkinum, umframt setta málinum at gerast sjálvveitandi við grønari orku. 

 

 

Áhaldandi eigur flokkurin at stríðast fyri javnstøðu – javnstøðu ímillum kvinnur og menn og á øllum samfelagsmótum annars. Flokstingið heitir á virknu politikarar floksins um at stuðla strembanini hjá tjóðum í ájavnari stjórnmálastøðu sum okkara til at vinna sjálvsagda rættin at skipa seg soleiðis, sum hesar tjóðir vilja og ætla.

 

 

Flokstingið heilsar íslendsku vinum okkara, sum hava vitjað hesar dagar, forsætisráðharra Íslands, Katríni Jakobsdóttur og altingsformanninum, Steingrími J. Sigfússyni. Væntandi taka virknu politikarar okkara henda íblástur við sær í arbeiðinum frameftir, serliga í undirstøðu-, umhvørvis- og javnstøðumálum. 

 

 

Flokstingið staðfestir, at áralanga fullveldisstríðið ikki enn er komið á mál, hóast allar fyritreytirnar eru búnar til at skipa tjóðveldið. Bíðað verður bara eftir endaligu politisku avgerðini. Tjóðveldisfólk, økisfeløg og politikarar floksins eru til reiðar at fremja evsta málið - at taka seg úr valdi útlendinga og inn í framtíð føroyinga – tær frælsu Føroyar. Vilji og dirvi krevst, men móðurlandinum og fólkinum skylda vit alt – eisini tað, at vit taka fulla og treytaleysa ábyrgd av okkum sjálvum.

 

 

 

 

Tjóðveldi


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her