Framdi harðskap á gistingarhúsi í Havn

- Tann, sum varð handtikin, hevði sambært fráboðanini framt harðskap móti tveimum persónum inni á einum kamari, sigur løgreglan.

Tað var um 21-tíðinda í gjárkvøldið, at løgreglan fekk eina fráboðan av einum gistingarhúsi í Havn.

 

- Tað vóru fólk, sum ringdu av einum kamari at melda, at harðskapur var inni á kamarinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey fóru á staðið og handtóku persónin, sum hevði framt harðskapin.

 

- Tann, sum varð handtikin, hevði sambært fráboðanini framt harðskap móti tveimum persónum.

 

Løgreglan tók persónin við sær á støðina, og hesin verður nú skuldsettur.

 

- Fleiri avhoyringar skulu gerast, og enn er ov tíðliga at siga meira um hendingina á gistingarhúsinum, visti vaktleiðarin at siga í morgun.