fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 8.7m/s

Leita á in.fo

Á Velbastað. Mynd: Ingi Sørensen

Danjal av Rana 12.10.2017 (07:42)

Framhaldandi nógvur vindur

Lágtrýst og brúgvaløg standa enn í røð í Atlantshavinum og føra til skiftandi heystarveður og nógvan vind komandi dagarnar.

 

Í dag

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum, upp í 23 m/s. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig. Seinnapartin færri æl og sólglottar, meðan hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og suðri, 8 til 13 m/s. Í kvøld øtlar hann aftur vindin í hvassan vind ella skrið av suðri, 15 til 20 m/s, og tað fer aftur at regna. Hitin millum 10 og 12 stig. Í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men út á náttina klárar í og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Í morgin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, í hvirlunum stormur, 25 m/s. Ælaveður, men eisini sólglotttar. Hitin millum 7 og 10 stig.

 

Leygardagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar. Um náttina verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Sólglottar, men okkurt æli og hitin um 10 stig. Um náttina turt, klárt og hitin millum 5 og 10 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, Sólglottar, men sum frá líður skýggjað og regn seinnapartin. Hitin um 10 stig. Út á seinnapartin øtlar hann vindin í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s, av útnyrðingi og norðri, seinni suðri. Út á náttina ella mánamorgunin øtlar hann í skrið ella storm av vestri 18 til 23 m/s. Tað klárar tó í, men okkurt æl verður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mánadagin

Hann makar vindin í andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 m/s, sum makar víðari meðan hann hækkar í ein norðan. Út á náttina øtlar hann aftur í andøvsgul upp í ein strúk av eystri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Sum frá líður sólglottar, men um kvøldið skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og regn, men um náttina klárar í og hann makar vindin. Hitin millum 5 og 8 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her